Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Yvirtøkuhugað samgonga og landsstýri

2016-04-09 14:41

Nú ávísir politikkarar uttan himpr kasta sitandi landsstýri og samgongu fyri at vera sein, tá til yvirtøkur kemur, so fall hetta mær fyri bróstið og fór eg beint í samgonguskjalið – mítt arbeiðsskjal - at lesa av nýggjum og tað er sjón fyri søgn bæði í verki og upp á skrift, at vit hava eina av mest yvirtøkuhugaðu stjórnum í longri tíð.

Stutt og greitt stendur: “Hesi mál verða tikin á føroyskar hendur í hesum valskeiðnum:

· Útlendingamál

· Loftrúmið

· Persóns-, familju og arvarættur “

Greiðari kann tað ikki sigast – og eitt valskeið er ikki so drúgv tíð til hetta arbeiði, sum summi vilja gera tað til. Og tað kann enn einaferð undra, at undanfarnu samgongur antin ikki raðfestu og í øllum førum ikki gjøgnumførdu hesar yvirtøkur, sum viðkoma okkum, sum búgva í Atlantsoyggjunum so almikið – her nýtist als ikki at vera talan um nationalismu, loysing ella samband, hetta er reinur pragmatikkur og logisk hugsan fyri lívið og trivnaðin her.

Men vit fara longur, tí: “Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Lógin skal staðfesta og útgreina sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks, herundir at allur rættur at avgera framtíðar ríkisrættarstøðu Føroya er hjá Føroya fólki. Eisini skal stjórnarskipanin áseta Føroya fólkaræðisliga stýrislag eins og rættindi og skyldur borgaranna, tá ið tað snýr seg um javnrættindi, persónligt frælsi, rætt til menning, sosiala trygd, rættartrygd, arbeiði og vinnu og rætt til innløgu og gagnnýtslu av felags tilfeingi. Lógin kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017.”

Tað Harrans ár 2017 er um hornið og 2018 er um næsta. Tað besta vit kunnu gera, er at telja okkara dagar og raðfesta, hvat munagott skal standa eftir, tá valskeiðið er liðugt. Og spyr nakar meg, so eru hesi evni og málsøki sera góð boð, tá um yvirtøku og sjálvbjargni ræður.

Men annað og meiri skal til fyri at samfelagið skal mennast og flyta seg m.a.(og eg fari aftur í samgonguskjalið):”Ein nýhugsandi vinnupolitikkur skal skapa størri fjølbroytni, fleiri størv og hægri inntøkur. Kjarnan í vinnupolitikkinum verður, at okkara fjølbroytta tilfeingi verður gagnnýtt, at fleiri vørur og tænastur verða framleiddar, og at føroyskar loysnir og førleikar støðugt verða ment. Eitt serstakt mál er at talgilda Føroyar og geva føroysku KT-vinnuni nýtt grundarlag við millum annað at tryggja, at tær grundleggjandi KT-skipanirnar verða goymdar og viðgjørdar í Føroyum.”

Leggið til merkis, at júst hetta seinasta er um at fara av bakkastokki – hetta vandamál um KT-vinnuna, sum fekk eitt skot fyri bógvin, tá týdningarmiklar KT-skipanir vórður fluttar av landinum – fyri ikki at tala um persónsdata hjá føroyingum o.a., sum er so óloysiliga tengt at hesum skipanum.

Og so bara eitt afturat rúgvuni: “Ríkisveitingin verður fastfryst beinanvegin” Hetta er gjørt og er enn eitt fet á vegnum til sjálvbjargni, sum tíverri ikki varð raðfest av undanfarnu samgongu. Tíverri má eg hervið eisini staðfesta, at fullveldisgongdin hevur verið steindeyð seinastu 7 árini og tjóðskaparmál eru illa røkt í longri tíð.

Lat ongan iva vera um, at tíðarfreistir eru settar so realistiskt sum gjørligt, sumt tekur styttri tíð, enn væntað, annað tekur longri tíð – av ymiskum orsøkum. Og gott er í arbeiðinum at liva í einum samljóði ímillum skilagóðu føroysku orðatøkini: “Hann eigur ferðina, ið fyri ríður” og “Fram kemur hann, ið hóvliga fer”.

Hanna Jensen, Framsókn