X við íløgur í Suðuroynna

2019-06-04 21:27

Í Javnaðarflokkinum ræðast vit ikki útlendskar pengar. Seinastu árini hevur Javnaðarumboðið við sínum fólkatingssessi megnað at fingið fleiri skilagóðar íløgur til landið m.a. mentanarhús í Klaksvík, Gamla Hospital í Havn og til Fornminnafelagið í Porkeri.

Ein onnur íløga, sum danir møguliga høvdu verið áhugaðir í, kundi verið Suðuroyartunnilin. Danir stuðla m.a. risastóru flogvallarbyggingini í Grønlandi. 

Flestu flokkar og politikarar í Føroyum siga seg vera fyri einum suðuroyartunli, men siga samstundis, at tað er treytað av, at mann kemur ásamt um ein skilagóðan fíggingarleist.

Tí ætli eg á fólkatingi - eins og á løgtingi - at arbeiða fyri at skapa røttu sambondini, sum kundu verið áhugað í teirri spennandi verkætlan, sum Suðuroyartunnilin er. 

Hetta fær hægstu raðfesting hjá mær og Javnaðarflokkinum á Fólkatingi.
Vit hava viljan, og vit hava úrslitini at vísa á! Farið tí á val og veljið ein sterkan Javnaðarflokk inn á Fólkating. 

Bjarni Hammer, valevni fyri Javnaðarflokkin