Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Vørn megnar ikki krøvini um eftirlig

2022-05-30 14:19

VØRN megnar ikki krøvini um eftirlit, hóast álagt eftirlit er treytin fyri, at skipini sleppa at umskipa í Føroyum

Tað er beinleiðis samanhangur ímillum undantaksloyvið til russisk skip at umskipa við bryggjur í Føroyum og at fólk ikki fáa Heimafrið.

Í útvarpstíðindunum í kvøld (24. mai) segði stjórin í VØRN, at tað var eitt stórt framstig, tá russisku skipini, fyri meiri enn 10 árum síðani, fingu boð um, at koma til bryggju at umskipa, heldur enn at umskipa á opnum havi.

Føroyar hava, sum stjórin á VØRN vísur á, bundið seg til reglugerðir hjá millum annað NEAFC og NAFO.

Her er staðfest, at fyri at fyribyrgja ránsveiðu, sleppa skip ikki at umskipa til havs. Tey skulu til bryggju at umskipa. Stjórin á VØRN vísti á, at tað var eitt stórt framstig at fáa skipini til bryggju, tí nú hevði VØRN eftirlit við skipunum.

Men, fyri minni enn 1 mánaði síðani, í Degi og Viku 29. apríl, segði deildarleigarin á VØRN, at fiskiveiðueftirlitið hjá VØRN ikki megnar at hava fult eftirlit.

Sambært deildarleiðaranum uppfyllur VØRN altso ikki krøvunum um fulla eftirlitsskyldu, sum Føroyar annars hava bundið seg til.

Nýggj kanning hjá felagnum Heimafriði vísur, at størsti ampin hjá borgarum eru nettupp skip undir russiskum flaggi, sum umskipa við føroyskar havnir. Kanningin vísir nevnliga at 55-76% av klagum um óljóð eru um russisk skip og umskiping av russiskum skipum.

Men sambært Sjófeingislógini, er bannað førum undir fremmandum flaggi at fáast við at umskipa í føroyskum sjógvi. Tí er talan um eitt serstakt føroyskt undantaksloyvi, sum verður givið russisku skipunum og tilhoyrandi virkseminum at umskipa við Føroyskar havnir.

Tað syrgiliga í hesum og serstakliga hugvekjandi er, at tað er beinleiðis samanhangur ímillum undantaksloyvið til russisk skip at umskipa við bryggjur í Føroyum og at fólk ikki fáa Heimafrið.

Tá ampin hjá fólki er so stórur og hevur verið tað í so nógv ár, og trupulleikin er blivin almen vitan, er tað undrunnarsamt, at hesi somu skip ár eftir ár fáa undantaksloyvi at umskipa við føroyskar havnir, og hóast VØRN ikki megnar sína eftirlitskyldu, og júst eftirlit netup er treytin fyri, at skipini sleppa at umskipa í Føroyum.

Politiski myndugleikin, sum í samgonguskjalinum setti sær fyri at loysa málið um óljóð frá skipum við bryggju, átti at haft áhuga í, at undantaksloyvir ikki vera givin til at órrógva borgarar á landi.

Útvarpstíðindini, 24.05.2022, kl 18:00

Innslag í Degi og Viku 29. apríl 2022