Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vitleys tunnilsraðfesting

2020-10-18 17:02

Nógvur orðadráttur hevur verið um tunlarnar Norður um Fjall, og tað er væl skiljandi. Verandi tunlar eru út ímóti 60 ára gamlir og hava ongan góðan átt. Hetta hóast Norðoyggjar síðan 1998 og til og við 2015 í hvussu er hava havt nóg mikið av politiskum valdi til at dagføra hesa farleið – tey áttu løgmann stóran part av tíðarskeiðnum og vóru alt tíðarskeiðið væl og virðiliga umboðað í øllum landsstýrissamgongunum.

Minnist meg rætt, vóru tunlarnir Norður um Fjall á gáttini til at gerast veruleiki í 2009. Men so fánaða kjakið burtur í lítið og einki, og tað er kanska ein góð orsøk til tað, tí brádliga fekk ein onnur verkætlan størri skund.

Íbúgvarnir í økinum mundu annars onga løtu ivast í, at tunnilin Norður um Fjall stóð næstur í røðini at gera. Men so við eitt og at síggja til burtur úr ongum tekur landsstýrið eina margháttliga avgerð, sum skelkaði alt fólkið har norðuri. Nú skuldi knappliga tunnil gerast til Viðareiðis í staðin. Eingin ivi er um, at bæði Anfinn Kallsberg og eftirmaður hansara sum formaður í Fólkaflokkinum vóru greiðir yvir, at teir gomlu, ótíðarhóskandi og vandamiklu tunlarnir fóru at bløða fyri teirra avgerð, sum fyrst og fremst hevði til endamáls, at Anfinn Kallsberg kundi laða sær ein varða og tryggja sítt politiska eftirmæli í heimbygdini, áðrenn hann stutt eftir gavst í politikki.

Tí við avgerðini hjá fyrrverandi og núverandi formanni Fólkafloksins blivu tunlarnir Norður um Fjall syftir eini tíggju ár aftur um Viðareiðistunnilin. Og saman við politisku líkasæluni hjá somu monnum í 2009 bleiv bíðitíðin hjá íbúgvunum í Árnafirði, Norðdepli og har um leiðir í minsta lagi 15 ár – spakin er ikki settur í enn, so vit vita ikki, um tað verður longri enn tað.

Oftani er tað so, at søgan endurtekur seg. Og annar telvarin í eini aðrari og meinlíkari politiskari søgu nú nøkur ár aftaná er hin sami sum tá, nevnliga Jørgen Niclasen. Hesaferð er kongurin í politiska talvinum tó ein annar, nevnliga Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ið eisini skal hava tryggjað sítt politiskt eftirmæli í egnum heimabeiti.

Nú umsitur Jørgen enntá samferðslumál, so nú er lætt hjá honum enn einaferð at gera ein Anfinn Kallsberg. Kaninin, hann hesaferð tekur upp úr hattinum, er ein tunnil til Vestmanna. Tikin púra burtur úr ongum og hálaður fram um allar raðfestingar, sum fakligi stovnurin Landsverk mælir til. Bæði partamenn hjá Jørgeni og restin av samgonguni síggja út til at vera fullkomiliga tiknir á bóli. Tí verður ætlanin veruleiki, hvørvur bergholið úr Gøtudali og Inn millum Fjarða sum døgg fyri sól.

Orsøkin til hesa umraðfesting segði Jørgen Niclasen í Kringvarpinum vera, og haldið tykkum nú fast, at trygdin skal setast í hásætið. Ein skuldi trú, at tað hava verið ógvuliga títtar kavaódnir seinastu árini, nú tað í bráskundi var neyðugt at spreingja tunnil til Vestmanna og við tí útseta tunnilin Inn ímillum Fjarða til einaferð miðskeiðis í tretivunum.

Eg havi spurt meg fyri hjá Landsverki, hvussu nógvar dagar tað ikki hevur verið koyrandi eftir Vestmannavegnum tey seinastu fýra árini. Svarið var, at seinastu fýra árini – tað er seinastu umleið 1460 dagarnar – hevði verið ein dagur, ið tað ikki var koyrandi eftir Vestmannavegnum fyri kava. Sjálvandi eru tað tó nakrir dagar, har koyrilíkindini kunnu vera ivasom.

Lat meg beinanvegin undirstrika, at eg als einki havi ímóti, at vestmenningar fáa ein tunnil. Tvørturímóti. Men tað má raðfestast eftir, hvar tørvurin er størstur, og hvat hevur mest skund. Hesar raðfestingar dugir Landsverk best at gera, og har er ongin ivi um, at tunnilin Inn ímillum Fjarða er nógv meira átrokandi enn ein tunnil til Vestmanna.

Men hetta hevur jú onki við raðfesting eftir tørvi at gera. Hetta er bara ein politisk avtala ímillum tveir persónar, har annar hevur alt valdið í samgonguni, og hin skal hava okkurt ítøkiligt afturfyri bara at sita sum ein kransakøkufigurur uttan vald.

Prísurin er, at tunnilin undir Gøtueiði verður syftur helst eini 10-15 ár aftur um Vestmannatunnilin.

Einum nýtist ikki at vera klókasta høvdið í flokkinum fyri at duga at skyna á, hvør av hesum báðum tunlunum hevur størstan skund í mun til ferðsluna og størstan búskaparligan týdning.

Uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum er bæði láturligt og grátuligt. Við einum pennastrokið ger hann fakligu metingarnar og raðfestingarnar hjá Landsverki, sum hann sjálvur hevur ábyrgdina av, til einkis. Einasta grundgevingin, hann er komin við, er ein kavadagur í fýra ár.

Spurningurin er so, um tingumboð samgongunar í norður- og eysturøkinum bara lata seg brúka sum finnur í einum politiskum talvi hjá sitandi fíggjarmálaraðharra og løgmanni.

Livst so spyrst.

Frank Davidsen