Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit skullu havn eldraíbúðir og eitt Hospice í Hoydølum

2020-11-08 20:11

 Vit skulu hava eldraíbúðir og eitt Hospice í Hoydølum


Avtala eigur at gerast millum Tórshavnar Kommunu og landsmynduleikarnir um eina yvirtøku av Hoydølum. Tað skal gerast tí Hoydalar er ein av vakrastu nátturuperlunum vit eiga her í landinum. Tað tykist ikki at koma nakað burturúr frá landsmyndileikans síðu hesum viðvíkjandi, og tí átti bygningarnir at verið yvirtiknir av kommununi og gagnýttir á skilagóðan hátt. 

Tí meti eg, at kommunan átti at farið inn og bygt eldribúðir og eitt hospice á staðnum. Hetta tí, tað at byggja eldraíbúðir bæði gevur teimum eldru møguleika at sleppa úr sínum stóru sethúsum og koma inn í eina viðlíkahaldsfríða íbúð. Samstundis sum tað frígevur fleiri sethús, sum yngra ættarliði kundi yvirtikið. 


Hoydalar er eftir míni sannføring samstundis eitt upplagt stað, at staðseta eitt Hospice. Saman við Fløtuni og viðarlundini er Hoydalar ein sonn perla, har er friðsælt og vakurt. Tískil meti eg, at staðið er sera væl egna til eitt Hospice, har sjúklingar í friðsælu kunnu vera saman við sínum nærmastu. 


Í Hoydølum var Sanatoriið í síni tíð, staðið har nógvir føroyingar fóru, tá teir vóru raktir av herviligu tuberklasjúkuni. 

Bygningurin har Sanatoriið var, skal varðveitast og friðast. Tann bygningurin hevur eitt mentanarligt og sosialsøguligt virði. 


Fyrrverandi Studentarskúlin er í ringum standi og átti at verði niðurtikin og síðani skuldi eitt eldraíbúðir og eitt Hospice verið bygt ístaðin.


Verði eg valdur vil eg arbeiða fyri hesum. 


Set X við Kára Johansen á lista C Javnaðarflokkurin