- Vit rulla ermarnar upp fyri trivnað í sterkum miðstað

2012-12-12 04:45

Fólkaflokkurin kom toluliga væl burtur úr býráðsvalinum í Havn. Vit báðir Sjúrður eru væl nøgdir við støðu floksins í nýskipaða býráðnum.


Fólkaflokkurin kom bara væl burtur úr býráðsvalinum í Havn 13. november, tá ein hugsar um stemmurákið. Tað rann hart tann eina vegin. Allir hinir flokkarnir máttu ‘gjalda’ í atkvøðum, onkur nógv meiri enn vit.


Eitt var valið. Annað er nýskipaða býráðið.


Eftir umstøðunum eru góðar grundir til at vera nøgdur við Fólkafloksins lut og leiklut, nú Býráðið skipaði seg uttan minniluta.


Í fyrsta lagi kom Fólkaflokkurin úr andstøðu inn í meirilutan, sum nú umfatar allar flokkar. Tað var ein vinningur. Nú hava vit ávirkan á leiðsluna og gongdina í høvuðstaðnum.


Formann í nýggju Vinnunevndini

Í øðrum lagi fekk Fólkaflokkurin leiðsluna í teirri nýggju Vinnunevndini, har Sjúrður Olsen nú er formaður.


Vinnunevndin verður broytt frá at hava verið ein deild av Býráðnum til at verða ein virkin politiskur partur av Býráðnum ájavnt hinum nú 4 nevndunum.


Vinnunevndin fær ábyrgd av vinnumálum yvirhøvur, umframt at hon yvirtekur uppgávurnar hjá teirri gomlu Havnarnevndini.


Ferðavinnan verður eitt nýtt og spennandi arbeiðsøki hjá Vinnunevndini. Í ferðavinnuni liggja stórar avbjóðingar og møguleikar fyri framburði.


Tað verður ein fyrimunur, at fleiri vinnumál nú kunnu verða avgreidd í Vinnunevndini uttan at skulu í aðrar nevndir, sum jú tekur tíð.


Fíggjar-, Mentanar-, Tekniska nevnd og SEV

Umframt at vera formaður í Vinnunevndini situr Sjúrður Olsen eisini í teirri sentralu Fíggjarnevndini (har borgarstjórin er føddur formaður).


Sjálvur havi eg sess í Mentanar- og í Teknisku nevnd.


Eisini siti eg í SEV-stýrinum, har Havnin altíð hevur vigað tungt sum landsins størsta kommuna.


Vit báðir Sjúrður hava í góðum treysti rullað ermarnar upp og eru farnir til verka fyri at liva upp til vallyfti Fólkfloksins, at gera Havnina til ein sterkan miðstað í Føroyum og at halda fast um trivnaðarkósina.


Bogi Andreasen, býráðslimur