Vit mugu standa saman og halda fokus

2013-08-21 13:16

Takk fyri læruríka aftursvarið, Sjúrður Skaale. Havi ikki nógv at leggja afturat. Tú hevur gjørt greitt, hvat tú heldur um uppboðssøluna, og hvønn týdning tað hevur fyri samfelagið, men tað er einki nýtt undir sólini.


Standa saman

Tað er ein sannroynd, at politiska skipanin er ósamd um, hvussu fiskivinnan skal stýrast, men tað er ikki tað, sum stríðið við ES snýr seg um. Spurningurin er, um vit skulu hava størri rætt til sild og makrel. Um vit halda fram við at góðtaka vánaliga býtið, ella um vit krevja okkara tjóðarrætt. Her er politiska skipanin samd. Vit eiga størri lut av stóra ríkidøminum. Tað er orsøkin til, at ES setur revsitiltøkini í verk. At Føroyar verða útihýstar frá donskum og ES havnum. At Føroyar standa við sviðið soð, tí lobbyistarnir hava bilt Damanaki inn, at Føroyar oyða fiskastovnin. Tað er ein veruleiki, sum vit mugu halda okkum til.


Halda fokus

Vit verða noydd at halda fokus, um vit skulu vinna stríðið. Halda fokus, ikki flyta tað, sum Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, royndi í kjakinum í Klaksvík. Tað var óneyðugt at samantvinna stríðið við ES við uppboðssøluna, tí er tað nakað, sum spjaðir flokkararnar, er tað uppboðssølan. Tað er ein innanhýsis bardagi, sum flokkarnir taka, tá kvoturnar verða ásettar av nýggjum. Vit vinna ikki við at stríðast innanhýsis. Tað er tað, sum lobbyistarnir vilja. At vit stríðas tokkara millum, so hava teir betri argument fyri, hví vit ikki eiga størri kvotu. Latið okkum heldur standa saman, meðan ES útihýsir Føroyum. Halda fokus, meðan bylgjurnar bróta. Vit mugu standa saman og halda fokus, meðan stríðið við ES heldur fram…


Hanus Samró, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin