Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Starv: lærari og vegleiðari á Miðnámi á Kambsdali

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari í fronskum og føroyskum og sum lestrarvegleiðari og sum føroysktlærari á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Politiskar og líknandi royndir:
Løgtingskvinna og forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins frá setp. 2015 til februar 2019.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum frá februar til september 2019.

Varatingkvinna fyri Framsókn 2011-2015

Býráðslimur í Eysturkommunu síðani 1.januar 2009.
Forkvinna í Trivnaðarnevndini 2009-2012
Forkvinna í Mentanarnevndini 2013-2016 Forkvinna í Vinnu- og havnanevndini 2017-2020

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.12 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna, sum vald tingkvinna og landsstýriskvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Vit lova aftur ein framfýsnan mentanar – og listapolitikk

2019-08-26 10:32

Framsókn fór í 2015 til val uppá, at vit vildu stimbra mentan og list, og tí hækkaðu vit stuðulin til film munandi, tí hækkaðu við játtanina til mentanargrunnin munandi, tí settu við Big Band á fíggjarlógina, tí hækkaðu vit játtanina til Musikkskúlaskipanina, tí eru umstøður til skapandi lærugreinir í fólkaskúlanum styrktar, tí eru skapandi lærugreinirnar á miðnámi javnsettar við aðrar viðvíkjandi fyrireiking – fyri bara at nevna úr arbeiðinum seinastu fýra árini.

Mentanin ger okkum til eitt fólk, sum lærir av søguni og virðir handrit, fornlutir, hondarbeiði, handverk, matsiðir, føroysk húsdjór, fólkaminni og kirkju, sum á hvør sín hátt lýsa og eyðkenna lívið í oyggjunum. Tí hava vit stuðlað Felagnum Føroysk Ross í teirra arbeiði at skráseta og ala. Tí hava vit verið sera virkin á matstovuvinnuliga økinum og gjørt tað rúmsáttari fyri eitt nú heimablídni. Tí hava vit samtykt at talgilda føroysk savnindi og at seta skjalasavn á stovn á Tvøroyri. Tí tóku vit undantakið fyri føroyskan dans burtur úr fólkaskúlalógini, og tí strongdu vit á at fáa UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi samtyktan í løgtinginum. Tí játtaðu vit til Hvalastøðina við Áir og hækkaðu játtanina til Sjósavnið – dømir, sum lýsa okkara miðvísu raðfesting innan mentan.

Listin kveikir, søkir og gevur sítt íkast, so vit áhaldandi kunnu rætta kósina. Listin eigur stóran lut í almennu búgvingini – eitt nú sjónleikur, myndlist, tónleikur og filmur. Og vit lova framhaldandi, at mentan skal fáa stórt rúm í politiska arbeiðinum. Vit vita, at framhaldandi eigur at verða hugt at eini betri skipan fyri listafólk, sum fleiri kunnu vera partur av, slík sum skriva okkara bókmentir og leikrit, sum týða, sum mála, sum smíða tónleik o.s.fr.

Vit eru sera tilvitað um, at mentan og skapandi tilfeingi harafturat eisini eru vinnulig, og tílíkar vinnur økja um trivnað runt landið, og nógv íverksetan sæst innan hesar. Tí settu vit á stovn FabLab á Kambsdali, Filmshúsið í Havn og Tónleikaútflutningsstovuna í Gøtu, og tí vildu vit eisini listaútbúgvingina á Setrinum, tí gjørdu vit júst nýggjan sáttmála við Íverksetarahúsið í Klaksvík – aftur fyri at nevna úr rúgvuni!

Nógvar smærri og størri íløgur eru fyri framman innan mentan og list, og vit helma ikki í. Næsta stóra íløgan innan mentan og list er, at vit skulu byggja okkara tjóðleikhús!

Vilt tú framhaldandi framfýsnan politikk innan mentan og list, so vel ein flokk við hjarta fyri hesum samfelagsøkjum og við kampond og slagkraft!

Vel Framsókn!

Hanna Jensen, á lista F