Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Vit hava valt at búgva her.

2012-12-31 22:03

Vit hava valt at búgva her.

Eg ynski at búgva í Føroyum í 2013 og mong ár fram. Vón mín er eisini, at

eg kann gera mítt til at byggja land, ið onnur leggjast til. Men í hesi

stund, ynski eg fyrst og fremst, at tað er búgvandi í Føroyum.

Lat okkum skapa einar Føroyar, har vit, ið valt hava at búgva á hesum

oyggjum, støðast og mennast. Lat okkum byggja eitt land, ið loyvir øllum at

trívast og fjølgast í Føroyum.

Veður og vind broyta vit ikki. Men! Vit kunnu nýta okkara rætt at boða

kosnum kvinnum og monnum, hvat vit meta skal til, at vit verða verandi og

harvið leggja lunnar undir, at onnur leggjast afturat. Lat okkum skapa

einar visionerar og fjølgandi Føroyar!

Eg ynski mær einar Føroyar, har eg kann arbeiða og gjalda skatt. Har eg

kann keypa føroyska mjólk og aðrar góðar gerandisvørður - og eiga eitt oyra

at nýta, tá eg havi goldið mítt.

2012 boðaði mær ikki hetta dreyma-land, men eg havi álit á, at um vit

standa saman, kunnu politikkarar ikki framhaldandi køva okkum móðurlandið.

Lat okkum standa sterk, kanska larmandi, kanska boykottandi, men í hvussu

er sjónliga! Lat okkum vísa politikkarunum hvat vit hava valt teir til.

2013 verður vónandi árið, vit skjóta í gongd verkætlanina at byggja nýggja

ferju til Nólsoyar. Samstundis vóni eg eisini, at hetta verður árið, vit

síggja nýhugsan og mentanarlig átøk. Lat okkum í felag menna Føroyar. Lat

okkum í felag taka stev, ið tryggjar okkum og komandi føroyingum ríkt land.

Kommunuval er farið afturum. Men lyftini minnast vit!

Gott nýggjár!

Jákup av Skarði