Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit hava krav at vita hví Bogi og Annika søgdu nei til tunnilsgrótið!

2020-09-09 13:01

Hví eru vit nú í hesari støðuni, har borgarin í Tórshavnar kommunu, stendur sum stóri taparin í málinum um tunnilsgrótið.

Ístaðin fyri eitt flott inntøkugevandi vinnuøkið við streymasjógvi á Gomlurætt, fáa vit ístaðin 30.000 fultlessaðar lastbilar í gjøgnum Havnina, náttúran á Velbastað verður ongantíð tann sama og vit standa við dálkingini og rokningini.

Sami Bogi Andreasen, sum varð frammi undan summarfrítíðina í fjør og segði, at einans 1,5-2 milliónir skiltu Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið frá einari semju, um at nýta grótið til vinnuøki, stóð í gjár og kærdi sína neyð. Nú fær hann einki gjørt, avleiðingarnar eru blivnar so ógvusligar, og standa als ikki í mát við tær 1,5-2 mlliónirnar, sum varð í millum partarnir tá.

Hettar gruggar málið, og eri eg als ikki trygg við, at býráðið tekur skilagóðar avgerðir!

Tí haldi eg, at borgararnir Tórhavnar kommunu og vit, sum sótu í býráðnum og stríddust fyri at fáa vinnuøki, hava krav at vita, hví ein semja ikki kundi fáast.

Og hvar er borgarstjórin í hesum?

Hví søgdu tit nei til tunnilsgrótið?

Ein so stór, dýr og dálkandi avleiðing og framtíðar inntøkumissur fyri kommununa eigur ikki at fara framvið borðinum, uttan at borgarin fær svar - og serliga ikki nú val stendur fyri framan.

Sum partur av vinnunevndini og býráðnum vóru vit ikki hoyrd ella tikin við, nú vil eg fegin vita!
Sum andstøða royndu vit at fáa málið fyri aftur nevnd. Eg havi í fleiri greinum gjørt varug við støðuna og skilið. Tíverri varð ikki lurtað á røttum stað, tað talaðist ikki við.

10.november verður býráðsval og tá kann borgarin gera sína ávirkan galdandi, og sostatt tryggja, at líknandi ikki hendir aftur.

Bjørg Dam

Lesið greinarnir her:
SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Tórshavnar býráð: lorkað milliónavirðir burtur

Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu