Vit gera miðvísa ætlan fyri tey ungu

2012-11-07 18:26

Tryggleiki og trivnaður eru endamálið við miðvísu ungdómsætlanini. Tey ungu í høvuðsstaðnum skulu stuðlast og mennast til sjálvstøðugar borgarar. Fleiri ungdómsklubbar, íverksetan og góð fólk í skipanini at hjálpa ungdóminum – tað kann minka um royking, rúsevnisnýtslu og kriminalitet. Ungdómurin skal hava egnar dyr í Tórshavnar Kommunu at leita sær ráð og vegleiðing. Vit vilja og rúma tey ungu. 

Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, Fólkaflokkurin