Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit fara longur og longur inn í danska ríkið

2020-08-28 09:05

Samgongan og danska stjórnin koyra okkum longur og longur inn í danska ríkið – uttan at loysingarfólkini í samgonguni mótmæla.

Danski uttanríkisráðharrin kemur til Føroya í næstum sigur danska uttanríkisráðið. Soleiðis er tað, tá vit verða viðfarnin sum gestir í egnum landi. Tað eigur sjálvandi at vera føroyska uttanríkisráðið, ið tekur støðu og er vertur. Men so er ikki. Og samgongan sigur onki.

Danski uttanríkisráðharrin skal kunna føroyska landsstýrismannin um tað, ið danir hava tosað við amerikanska uttanríkisráðharran um viðv. Føroyum. Álvaratos - tað eigur at verða øvuðgt, at føroyski landsstýrismaðurin fær alt at vita frá amerikanarum. Men samgongan sigur onki.

Las í einari grein herfyri, at danir missa eini 40 prosent av teirra fiskirættinum, nú Bretland fer úr ES. Hvar halda tit, at teir so fara at krevja at sleppa at fiska? Við Føroyar og Grønland sjálvandi.

Tað er ikki í lagi. Men samgongan við Sambandsflokkinum á odda fer neyvan at siga nakað.

Vit mugu ikki lata hetta um okkum ganga, tí bara Føroyar kunnu tæna føroyskum áhugamálum.

Í Føroyum skulu føroyingar ráða.

Beinta Løwe,
tingkvinna fyri Tjóðveldi