Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vit eiga øll Havnina

2020-10-18 12:02

Ofta siga bygdafólk “er nakar havnamaður til?” Haldi tó at øll í Føroyum, uttan undantak, hava ein pápa, mammu ella ommu sum er onkra aðrastaðnis frá enn har tey eru uppvaksin.

Eg haldi at okkara høvuðstaður tekur ímóti øllum og virkar fyri at býðráði kann vera fjølbroytt. Eg ivist í um tað er tað sama aðrastaðni. Um eg eitt nú stillaði upp uttan fyri Havnina eftir at hava búð har í lat okkum siga í 4-5 ár kann eg illa ímynda mær at eg hevði havt eitt “jordskreds” val.

Nú ymisk valevni hava ført fram  sín samleika sum bygdafólk, vil eg eisini siga at eg eri Havnamaður - born and bred. Eri uppvaksin mitt í býðnum, havi seinni búð í sjálvari perluni Argir, og eri nú búðsitandi í Hoyvík. 

Eg vóni at vit enn hava eitt fjølbroytt býráð eftir valið, tí vit eiga øll Havnina.


So far á val og vel ein Føroying sum umboðar teg best. Eg vil fegin umboða øll sum her búgva.


Rói Snorrason

Fólkaflokkurin