Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vísið ítróttar- og ungdómsfelagsskapum virðing og álit

2021-01-11 07:32

Tað frættist, at Føroya Landstýrið ikki vil stuðlað/endurrindað ítrótta- og øðrum felagsskapum fyri mistar inntøkur seinna hálvár 2020. Um so er, verður neyvan nøkur endurrindan heldur í 2021.

Mistu inntøkurnar stava frá, at sama Landstýrið hevur frámælt, at størri tiltøk verða hildin.

Inntøkurnar frá hesum tiltøkum eru ein av grundarsteinunum undir rakstrinum og virkseminum hjá feløgunum. Og um hesar inntøkur eru mistar, má virksemi skerjast munandi.

Sum dømi hevur Vágs Bóltfelag seinna hálvár 2020 havt ein mettan inntøkumiss áleið kr. 100.000.

Hetta órógvar raksturin og virksemi hjá felagnum. Sama upphædd er mist fyrra hálvár 2021 um ongi tiltøka verða.

Hetta ger, at felagið má skerja virksemi munandi. Millum annað gongur hetta út yvir miðvísa ungdómsarbeiði hjá felagnum. Felagið hevur nú í fleiri ár havt løntar venjarar at standa á odda fyri ungdómsarbeiðinum, saman við lokalum kreftum. Hetta má so felagið velja frá, um felagið ikki fær stuðul/endurgjald fyri mistar inntøkur.

Eitt miðvíst ungdómsarbeiði stimbrar ungdómin bæði likamliga og sálarliga, umframt at hetta arbeiði er fyribyrgjandi og uppbyggjandi.

Føgru orðini frá politisku skipanini um virðið av sjálvbodna arbeiðinum sum verður gjørt í Føroyum fána í kalda lotinum.

Í mun til Fíggjarlógina er talan um eina sera lítla upphædd, men fyri feløgini kann tað verða lív ella deyð.

Mín áheitan til Føroya Landstýrið er: vísið virðing og ÁLIT fyri føroyskum ítrótta- og frítíðar felagsskapum, við at lata teimum stuðul fyri mistar inntøkur.

Bogi Mortensen,
formaður í VB