Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

- Virðið fakfelagsrørsluna og verkfalsrættin

2021-06-16 06:20

Til Sambandsflokkin og fjølmiðlarnar

Vága Sambandsfelag hevur havt fund orsaka av verkfallinum ímillum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Vága Sambandsfelag ynskir at virða og verja teir borgarar, ið hava ein serligan tørv og somuleiðis ynskja vit at virða samráðingar og verkfalsrættin.

Vit mæla frá at Løgtingið longu nú fer inn í málið, tí Sambandsflokkurin hevur altíð virt fakfelagsrørsluna og verkfalsrættin. Vit halda, at skipanin vit hava við samráðingum skal troytast heilt og fult, áðrenn Løgtingið fer í málið.

Vit heita tí á Bárður á Steig Nielsen Føroya løgmann um beinanvegin

  1. - at geva Jørgin Niclasen, fíggjarmálaráðharra, ið varðar av samráðingunum, ið eru koyrdar fastar, tænastuboð, at Lønardeildin skal taka uppaftur samráðingar við Føroya Pedagogfelag.
    Møguliga við hjálp av Semingsstovninum.
    Hesar samráðingar skulu ikki slítast, fyrenn partarnir eru samdir um eina loysn.
  2. - at heita á Føroya Pedagogfelag um at geva fleiri undantøk til mest útsettu borgarnar, ímeðan samráðingarnar fara fram.
  3. - at geva Helgi Abrahamsen,landstýrismanni, boð um ikki at leggja uppskot fram viðvíkjandi undantøkum.

Samstundis vilja vit inniliga heita á partarnar um skjótast gjørligt at finna eina semju, so viðurskiftini normaliserast.

Vinarliga
Vága Sambandsfelag