Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vinstraflokkarnir og bústaðarpolitikkurin - Uppískoyti til støðumeting í Dimmu av fyrsta árinum hjá BAH-høgrasamgonguni

2020-07-27 21:12

Millum nógvu tíðindini er heldur sjáldsamt í føroysku miðlunum við politiskum analysum, greiningum av politisku støðuni í Føroyum. Undantak eru tó, serliga í Útvarpinum við Breddanum. Vikublaðið Dimma roynir seg eisini. Í síðstu Dimmu skrivar Sveinur Tróndarson eina lættlesiliga greining, sum hann kallar ”Fyrsta støðumetið hjá samgonguni”, har hann m.a. rósar høgrasamgonguni fyri politiskt handalag mótvegis undanfarnu samgongu. Ikki bara í fiskivinnupolitikkinum men mínsann eisini í bústaðarpolitikkinum, har hann sigur, at tað er ”næstan sum við fiskivinnupolitikkinum”. Altso vinstraflokkarnir hava ikki onki fingið av skaftið, ongan bústaðarpolitikk, ongi úrslit - men um okkum dámar tað ella ei, sigur hann, so handlar høgrasamgongan. Tí har er komið eitt uppskot!

Hetta er nakað slutur, bústaðarpolitikkinum viðvíkjandi!

Hóast støðan ikki er nøktandi, so eru tað einans vinstraflokkunum Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum fyri at takka, at vit yvirhøvur hava ein almennan bústaðarpolitikk og amboð til at fremja hann. Tað byrjaði í 1964, tá Húsalánsgrunnurin varð stovnaður, serliga við Tjóðveldinum tá sum høvuðs drívmegin. Tað sum privatu peningastovnarnir ikki vildu, gjørdu lagaligaru ískoytislánini frá Húsalánsgrunnurin tað møguligt fyri túsundtals føroyskum familjum at ”seta føtur undir egið borð” í eina fjórðingsøld. Tá virksemið hjá Húsalánsgrunninum var upp á tað mesta síðst í 80-unum, var hann við til at fíggja upp móti 300 sethúsum árliga.

Tá Føroyar fóru á húsagang fyrst í 90-unum, vóru familjurnar við dýrum sethúsalánum í sváraru neyð. Nógvar góvu skarvin yvir, tveittu lyklarnar á borðið í peningastovnunum og rýmdu av landinum – við skuldini í fylgju. Hesi árini fyrru helvt av 1990-unum mistu vit yvir 7-túsund fólk av landinum, serliga ungar barnafamiljur. Privatu peningastovnarnir lótu standa til. Men skaðin hevði verið nógv størri, um almenni Húsalánsgrunnurin tá ikki hevði megnað at fingið hinar treku peningastovnarnar við í sonevndu sethúsaloysnina, har avtalur kundu gerast við kroystar familjur um bæði at frysta avdráttir og rentuútreiðslur av húsalánum tað ringastu tíðina. Uttan sethúsaloysnina, ið Húsalánsgrunnurin slóðaði fyri, hevði sosiala katastrofan av kreppuni verið nógvar ferðir størri.

Eftir kreppuna lá bústaðarmarknaðurin í skeljasori. Men nú føroysku peningastovnarnir vóru endurreistir úr danska statskassanum við rokning til føroyska skattgjaldaran, tóku teir ræðið á bústaðarfíggingini hjá øllum løntakarum, eins og teir við lóg høvdu ræði á teirra lønarkontoum. Heildarfígging var svarið. Og treytin, at lønarkonto, húsafígging, billán, tryggingar og øll onnur fígging skuldu vera úr sama kassa. Húsalánsgrunnurin hevði ikki somu fyrimunir, heimildir ella kapital at fylgja privatu peningastovnunum, og varð tí settur út á síðuspor, útmanøvreraður av statsbjargaðu privatu peningastovnunum.

Privatu peningastovnarnir áttu nú allan tann trygga og lukrativa bústaðarmarknaðin.

Seinni í 90-unum fóru fólk spakuliga at venda heimaftur. Tørvur vaks eisini fyri øðrum bústaðarháttum enn tí traditionellu bankafíggjaðu og sera kostnaðarmiklu sethúsaloysnini, sum var tung og ofta ov tung byrða at hefta fyri hjá veksandi tali av ungum familjum, lesandi, støkum og eldri fólkum, sum vildu skifta stór og hálvtom hús um við betri hóskandi umstøðum. Kortini gjørdu privatu peningastovnarnir, tryggingarfeløg, eftirlønargrunnar, byggifyritøkur og íleggjarar ONKI fyri at møta hesum avbjóðingum øll tey næstu árini.

Tí gjørdist politiskt neyðugt at revitalisera, seta nýtt lív í bústaðarpolitiska fjølbroytni. Fíggingarmøguleikar til íbúðir til ung og eldri. Føroyar høvdu onga leigulóg. Útleigarar gjørdu sum teir vildu. Nógvar óhumskar søgur vóru um hetta óskilið, serliga í Havn.

  • Í fyrru ABC-samgonguni legði undirritaði Føroya fyrstu leigulóg fyri løgtingið í 2007, umframt nýggja lóg um lutaíbúðir. Haraftrat uppskot um hvussu Húsalánsgrunnurin kundi umskipast til at fíggja luta- og leiguíbúðir. Hesi uppskot duttu tiverri burtur, tá valið varð útskrivað í ótíð í des. 2007.
  • Seinna ABC-samgongan tók málini uppaftur, og leigulógin og lutaíbúðarlógin vórðu samtyktar í 2008. Tá vardi Rósa Samuelsen av hesum málsøkjum.

Síðani varð farið eftir tí stirnaða Húsalánsgrunninum. Við lógarbroytingum hjá landsstýrismonnum í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard í 2010 og Aksel V. Johannesen í 2011 var Húsalánsgrunnurin endurreistur sum eitt alment bústaðarpolitisk amboð, og í 2012 sóu Bústaðir dagsins ljós.

  • Ikki fyrr enn við vinstrasamgonguni frá 2015 fingu Bústaðir kapital aftrat stovnsfænum til at arbeiða við. Við einum ískoyti á 250 mió. kr. til grunnakapitalin fóru Bústaðir ígongd.
  • Í undanfarna samgonguskeiði hava Bústaðir bygt áleið 270 leiguíbúðir, svarandi til meira enn eina íbúð um vikuni tey fýra árini.
  • Tá ígongdverandi byggingar við fígging frá undanfarnu samgongu eru lidnar, er talið av bústaðareindum komið upp á eini 550.
  • Undanfarna samgonga legði ein bústaðarpakka fyri løgtingið við m.a. hesum átøkum:
  • Kommunur fingu heimild til at byggja eldrabústaðir til fólk eldri enn 60 ár.
  • Skattafrádrátt til húski upp til 100 t. kr. fyri at aktivera ónýtta húsarúmd til langtíðar útleigan til fólk í Føroyum, heldur enn styttri og ofta svarta útleigan til útlendsk ferðafólk.
  • 200 mió. kr. til bygging av bústøðum til fólk við serligum tørvi. Fleiri av hesum ætlanum eru  klárar at fara ígongd nú.
  • Fíggingarheimild á 250 mió. kr. til Bústaðir til bygging av leigu- og lutaíbúðum undir somu treytum kring alt landið. Hesin seinasti parturin av bústaðarpakkanum var tó blokeraður í fíggjarnevndini.

Hóast at Sveinur Tróndarson átti at vita alt hetta, so skrivar hann, at tað er til høgrasamgongunnar rós, at mótvegis øllum tí sum vinstraflokkarnir ikki hava megnað, so hevur høgrasamgongan eitt bústaðarpolitiskt uppskot: ”Tað snýr seg ikki um hvat vit halda…tað snýr seg í roynd og veru um at tað kemur eitt uppskot”! Nú sigi eg bara sum børnini: O.M.G.!

Tróndarson kundi gjørt sær ómak at upplýst, at hóast tað onga tíð tók hjá høgrasamgonguni at veita milliardavirðir út til nøkur fá reiðarí, er enn ongin króna at hóma til íbúðabygging. Og at hetta uppskotið hann rósar høgrasamgonguni fyri, snýr seg um veita Bústøðum heimild til eina bústaðarbygging á 400 mió. kr. - tó soleiðis at 200 mió. kr. av hesum eru eyðmerktar til bústaðir hjá almennaverkinum, og eru tær somu 200 mió. kr., sum vóru játtaðar í undanfarnu samgongu, og har fleiri ætlanir nú eru klárar at fara ígongd. Tí er nýggja heimildin til játtan hjá Bústøðum til leigu- og lutaíbúðir einans 200 mió. kr., altso ein skerjing av heimildini hjá undanfarnu samgongu við 50 mió. kr.

Haraftrat kemur so høgrapolitiska treytin til Bústaðir, hvussu tey skulu arbeiða: bara helvtin av heimildini til tær 200 mió. kr. skulu kunna brúkast í miðstaðarøkinum, har tørvurin er størstur, og har skal tað verða á privatmarknaðargrundaðum treytum. Tvs. at skulu Bústaðir veita fígging í miðstaðarøkinum, skulu tey tvingast at leggja tað omaná kostnaðin, ið svarar til profittin, ið tey privatu taka til teirra eigarar. Tað fer einans at hava eina avleiðing, sum stjórin í Bústøðum hevur greitt frá: at leigarar hjá Bústøðum í miðstaðarøkinum skulu av við 1-2 tús. kr. meir um mánaðin. Og tað púra óneyðugt, bara fyri at fjálga um privatar byggiharrar og høgrapolitiskum idealum.

Tað sum nú stendur fyri framman er slagið millum høgrasamgongu og vinstraandstøðu, um Bústaðir framvegis skal vera eitt alment bústaðarpolitiskt amboð við neyðugari megi til at loysa átrokandi bústaðartørvin – ella skerjast í sínum møguleikum til frama fyri vinningsáhugamál hjá privatum fyritøkum.

Vestmanna, t. 26. juli 2020

Hans Pauli Strøm, fyrrv. landsstýrismaður