Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vinnumenning og sjálvberandi búskapur

2019-08-08 15:07

Føroyingar gjalda nú nærum fyri alla vælferðina í Føroyum.

Danska íkastið til vælferðarkostnaðin, sum land, kommunur, grunnar og statskassin rinda, er 6-7 prosent. Samanbori ð vi ð føroyska BTÚ er danska íkastið 3,5 prosent.

Inntøkurnar at rinda vælferðina eru skaptar gjøgnum vinnuligt virksemi, sum framleiðir vørur og tænastur til heimamarknaðin og útlendskar marknaðir. Útflutningsinntøkurnar gera stóran mun, tí tær fíggja okkara innflutning og uppsparing.

Meginpartinum av útflutninginum standa fiskivinna og alivinna fyri, men eitt nú ferðavinnan og flutningsvinnan eru í vøkstri, eins og førleikarnir at veita loysnir til egið brúk í byggivinnu, ráðgevaravinnu og kunningarvinnu mennast alsamt.

Alt hetta skapar grundarlag fyri øktari vælferð og fleiri arbeiðsplássum, og meðan hetta hendir, skal bústaðartørvurin nøktast.

Burðardyggan vøkstur

Møguligt er at skapa meira virksemi og fleiri inntøkur. Avgerandi er kortini, at vøksturin er burðardyggur búskaparliga, lívfrøðiliga og sosialt.

Við skilagóðum umsitingarætlanum fáa vit vónandi javnari tilgongd av botnfiski, meðan lagaligari marknaðaratgongd og góðskumenning kunnu skaffa okkum hægri prís fyri hvørt kilo av fiski, vit útflyta. Tonsatalið er stórt, so hvørt 10-oyra vigar tíggjutals milliónir í teirri samlaðu myndini.

Alivinnan mennir í dag loysnir at seta størri smolt út. Hetta fer at leggja minni trýst á umhvørvið og økja um nøgdirnar. Aling á opnum havi, sum liggur longri frammi í tíðini, er ein annar møguleiki.

Og aldur tari kann bæði minka um útlát og økja um útflutningin í longdini.

Ferðavinnan er nógv vaksin, men umráðandi er at ganga ta burðardyggu leiðina og taka atlit til umhvørvi og mentan, so vit ikki missa meira, enn vit vinna.

Somuleiðis er umráðandi, at fleiri fáa lut í inntøkunum og vøkstrinum kring landið, so undirtøkan og umhugsnið fyri ferðavinnuni verða støðug.

Og sjálvandi skulu føroyingar varðveita sín rætt til at ferðast ókeypis millum fjals og fjøru.

Fleiri menningarmøguleikar

Vit innflyta framvegis nógvar landbúnaðarvørur, hóast vit hava nógv lendi til jarðarbrúk. Meira burðardygg framleiðsla kann skapa varandi virksemi kring landið og spjaða búseting og inntøkur.

Fleiri menningarmøguleikar eru eisini í kunningarvinnuni, ráðgevaravinnuni og byggivinnuni, sum kunnu skapa fleiri vitanartung størv, lata vit føroysk feløg fáa fleiri uppgávur.

Skapandi vinnugreinarnar eru nógv mentar. Vit skulu stimbra filmsvinnu, tónleikavinnu, sni ðgevaravinnu, hondarbeiðsvinnu og telduspælsvinnu, tí fremsta tilfeingið í hesum vinnum eru skapandi høvd og hendur, og tær styrkja okkara samleika.

Eitt neyðugt stig snýr seg um at fáa fleiri og betri fíggingarmøguleikar fyri nýskapandi virksemi – bæði sum stuðul, ílegging og lán.

Yvirhøvur er virkisandin í Føroyum størri enn nakrantí ð, og skjótt er búskapurin tí sjálvberandi.

Í sambandi við býtispolitikkin er umráðandi, at fleiri fáa lut í vøkstrinum, so øll kenna seg sum part av framburðinum.

Vit stoltleika kunnu vit tá av røttum siga, at tær sjálvstø ðugu Føroyar byggja vit saman.

Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi