Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Elsa Berg, valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar Kommunu

Vilt við vilja

2020-10-10 13:10

Í Føroyum eru fleiri enn 300 villblómusløg, umframt fleiri sløg av øðrum plantum so sum trøllakampar, bjølluvísur og grøs. Alt í alt eru yvir 400 plantur í Føroyum, men vit kenna og síggja alt ov lítið til tær. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí fleiri blómur, og tey smákykt, ið har fylgja við, hava ilt við at fóta sær í hesum døgum, tí tey mangla livøki. Hinvegin hevur kommunan ræði á nógvum økjum, og her eiga vit at ríka um náttúruna. Vit eiga at lata hana vera villa. Villa við vilja.

Vit kunnu lættliga byrja við rundkoyringum, vegjaðarum, oyggjunum millum vegbreytirnar og líknandi støðum í kommununi. Í dag eru hesi øki plantað við útlendskum (og invasivum) plantum, ella eru tey sádd við útlendskum grasi, og føroysku blómurnar verða karvaðar, tá grasið verður sligið. Hesum skulu vit flyta okkum frá og heldur geva okkara upprunavøkstri pláss. Vit eiga at sáa fræ frá (viðbreknum) føroyskum plantum, planta heiðalyng og annað gott og ikki minst avmarka nýtsluna av sláimaskinum.

Haraftrat er tað minst líka týdningarmikið at upplýsa um, at økini eru vill við vilja, at hetta eru gevandi átøk fyri lívfrøðiliga margfeldið og trivnaðin, og at planturnar ikki eru ókrút, tí vøksturin er júst har, sum hann skal, og tí vit ynskja náttúruni tað besta.

Náttúran skal vera tættari at borgarunum. Hetta er eitt stig á leiðini.