Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Bústaður: Heygsvegur 22
490 Strendur

Limur í Norðurlandaráðnum

Limur í uttanlandsnevndini

Tlf. 749048

Teldupostur: helgia@logting.fo

Heimasíða: www.helgi.org

Viljin vigar meira enn sáttmálin

2015-01-30 02:23

26. januar 2014

(Tíðindaskriv)


Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur í dag luttikið á eini ráðstevnu í Álandi um sjálvstýrini í Norðurlondum. Tað var Álendski Friðarstovnurin sum skipaði fyri ráðstevnuni, sum var í Mariehamn.

”Viljin at finna loysnir hevur størri týdning enn orðingarnar í einum sáttmála.” Tað var høvuðsboðskapurin hjá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, sum í dag hevur luttikið á eini ráðstevnu í Álandi um sjálvstýrini í Norðurlondum.

”Ríkisfelagsskapurin er sum eitt hjúnalag, har tað týdningarmesta er viljin at fáa tingini at virka, meðan orðingarnar í vígslubrævinum hava minni týdning,” segði Helgi Abrahamsen. Hann vísti á, at Føroyar og Danmark hava dugað sera væl at tulka lógir, soleiðis at dagligdagurin hevur virkað betur, enn sjálvur lógarteksturin kundi bent á.

Løgtingið ikki til í grundlógini

Sum dømi um hetta nevndi Helgi Abrahamsen donsku grundlógina. ”Sambært henni er Fólkatingið einasta lóggávuting í danska ríkinum, men vit hava verið samd um at lesa tekstin soleiðis, at lógir sum viðvíkja føroyskum viðurskiftum verða samtyktar av Løgtinginum, meðan lógir sum viðvíkja øllum danska ríkinum verða samtyktar av Fólkatinginum.”

Helgi Abrahamsen vísti eisini á onnur dømi, har Føroyar hava havt sera víðar heimildir til dømis á uttanríkispolitiska økinum, hóast Danmark formliga umsitur føroysku uttanríkismálini.

Tað snýr seg um sátt og semju

”Tá vit í dag hyggja eftir møguleikum í framtíðini, so skulu míni ráð vera: Setið ikki sjóneykuna á orðingar í lógarteksti, men leggið høvuðsdentin á viljan at samstarva og viljan at fáa ríkisfelagsskapin at virka,” segði Helgi Abrahamsen. ”Tað snýr seg um fólkaræði, tað snýr seg um hvat fólkið vil og tað snýr seg um sátt og semju,” segði hann.

Tað var Álendski Friðarstovnurin sum skipaði fyri ráðstevnuni í Mariehamn í dag, har bæði granskarar og politikarar luttóku. Ráðstevnan varð hildin í sambandi við, at Norðurlandaráðið hevur fund í Álandi í dag og í morgin.