Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Vígslubræv til øll

2015-08-26 04:18

12. desember 2007 fóru eg, sum var í 9.mdr, komandi maðurin,1 ára gamla dótturin og tvey vitni á ráðhúsið á Vaglinum. Borgmeistarin segði nøkur vøkur orð, um at halda saman alt lívið og vit skrivaðu undir eitt vígslubræv.

Hettar vígslubrævið er serstakt, tað er yvir øllum øðrum dokumentum, tí tað er ein sáttmáli millum tvey, sum ynskja at gerast ein eind, og sostatt tryggja hvønn annan við t.d. v.v arvi. Einki annað dokument sameinir tvey fólk á sama hátt.

Við einum barni og einum á veg, vildu vit hava tryggleika fyri hvørjum øðrum fíggjaliga. Tankar sum, bara tí vit ikki hava fingið tingini uppá pláss, fer at gera, at okkurt ringt hendir. Vit vildu hava stórt brúðleyp, men ikki við stórum búki. Tí valdu vit at giftast borgarliga, og bíða við prestsins vælsignilsi.

Eg ynski fyri øll míni medmenniskju, at tey kunna tryggja hvønn annan fíggjarliga og sleppa undan bangilsinum fyri at missa makan, og enda í einari vónleysari figgjarstøðu.

Tí skula øll pør hava rætt til eitt vígslubræv.

http://bjorgdam.blogspot.com