Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðvíkjandi ófráboðaðum fyrispurningi

2020-02-27 08:46

Eg vil vísa á, at mín spurningur ikki varð svaraður í dag til ófráboðaðu fyrispurningarnar. Spurningurin var hesin:

1. Kann Jørgen Niclasen avsanna, at nøkur fyritøka, nakað felag, nakar eigari ella nakar stjóri í fyritøku/felagi hevur goldið rokningar fyri Fólkaflokkin ella í aðrar máta veitt fíggjarligan stuðul til valstríðið hjá Fólkaflokkinum í 2019?

2. Kann Jørgen Niclasen avsanna, at nøkur fyritøka, nakað felag, nakar eigari ella nakar stjóri í fyritøku/felagi hevur goldið rokningar fyri ella í aðrar máta veitt fíggjarligan stuðul til valstríðið hjá nøkrum valevni hjá Fólkaflokkinum í 2019?

Jørgen Niclasen svaraði v.v. almenna rokniskapinum, ið ikki inniheldur roknskapin hjá valevnum ella sigur nakað um hvør hevur goldið rokningar. Tvs at hann enn einaferð legði eitt tjúkt roykslør yvir fíggingina av valstríðnum hjá Fólkaflokkinum, við ikki at svara øllum spurninginum, men bara at vísa á almenna rokniskapin.

Vh
Ingilín Didriksen Strøm