Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðmerkingar til aftursvar hjá Elsebeth til fyrispurningin frá Eyðgunn.

2021-04-16 21:20

 

Viðmerkingar til aftursvar hjá Elsebeth til fyrispurningin frá Eyðgunn.

Virkar okkara barnaverndartænasta, sum lógin er tilætla?

15 umsorganaryvirtøkur settar úr gildi aftur, í eitt tíðarskeið á 6 ár. Er hetta nøktandi?

Hetta er áleið 3% av umsorganaryvirtøkunum. Megnar skipanin bert at hjálpa einum so lítlum brøkparti?

Hvørjar eru hesar umsorganaryvirtøkur? Eru hetta børn undir 18? Ella eru hesar umsorganaryvirtøkur settar úr gildi tí børnini eru fylt 18?

Skipanin eigur altíð at arbeiða fyri heimsetan, men tá skipanin ikki megnar at heimseta meir enn 3%, er skipanin tá ikki ov illa ílætin til at hjálpa?

Hetta skurrar alvorliga í oyrunum.

Er hetta ein Gestapo skipan? Vit skulu hava, vit skulu taka, kosta hvat tað kosta vil, bara børnini gjalda prísin í síðsta enda?

Hava vit, høgt elskaða Føroya land, uppbygt eina skipan, sum skal eitast fyri at hjálpa og hava allar førleikar til at seta hjálp inn, men heldur vil útseta børnini fyri tí mest traumatiska tey kunnu útsetast fyri, nemliga at blíva skrikt upp við rót og flutt í annað stað.

Vit vita tað fara altíð at verða børn, ið ikki kunnu verða hjá sínum foreldrum, og mugu hesi sjálvandi fáa hjálp, men er tað rætt at hendan skipan skal arbeiða fyri at afturhalda børnum frá sínum uppruna? Er tað til barnsins besta?

Børn vilja altíð velja síni foreldur framum alt, líka mikið hvussu standurin er heima. Var meiningin við skipanini ikki at hon skuldi hjálpa? Hava hesi børn ikki rætt til hjálp fyri at kunna verða hjá sínum foreldrum? Hava vit bara smekka eina skipan upp, uttan at vita, hvat skal til fyri at fáa hana at virka eftir ætlan?

Hevur skipanin ikki fleiri fakfólk við serkunnleika, ið kunnu veita hjálp? Vil skipanin ikki veita hjálpina? Megnar skipanin ikki at skapa  framgongd við hjálpini? Ella megnar skipanin ikki at veita ta røttu hjálpina so hon ger mun?

Hava vit nakra skipan, sum hjálpur børnum og foreldrum?

Hava vit verðuliga so nógv foreldur, ið hava rúsevninstrupulleikar, rúsdrekkatrupulleikar ella sálarligar trupulleikar, ið ger at tey ongantíð kunnu blíva ordilig foreldur fyri síni børn?

Almannaverkið rópar um hjálp, tí tað er ov kostnaðarmikið. Er hetta ikki eisini ein orsøk til at skipanin ikki hevur virka eftir ætlan?

Hagtølini hjá Barnaverndarstovuni fyri 2018, vísa at ein tann minsti parturin av kostnaðinum er fyribyrgjandi fyriskipanir, sum vóru samanlagt um alt landi 16,8 mil. Kr. Meðan forsturforeldraskipanin hevði ein kostnað samanlgt um alt landi 21,8 mil. Kr. Meðan stovnsøkið hevði ein kostnað samanlagt um alt landi 9,4 mil. Kr. Hetta árið vóru 822 barnaverndarmál kring landi, harav 69 børn til fosturs. Í miðal, fyri 2018, varð brúkt  20.497 kr, fyri hvørt barnaverndarmál til fyribyrgjandi fyriskipanir. Meðan tað varð brúkt árliga umleið 317.351 kr í miðal fyri hvørt barn, sum var til fosturs.

Gleðiligt hevði verið um nýggjari tøl vóru tøk, men hetta fyriliggur ikki í nýggjastu hagtølunum hjá Barnaverndarstovuni.

20.497 kr til fyribyrgjandi fyriskipanir røkka ikki langt, og er undir alt lágmark, serliga tá hugsað verður um at skipanini sigur seg seta allar fyribyrgjandi fyriskipanir í verk áðrenn ein umsorganaryvirtøka verður gjørd. Men tá hugsað verður um, at tað eru kommunurnar, ið skulu gjalda fyri fyribyrgjandi fyriskipanir og landi fyri umsorganaryvirtøkur, so er tað kanska væl skilligt at rokningin fyri fyribyrgjandi fyriskipanir er nógv lægri, enn rokningin fyri umsorganaryvirtøku.

Okkara meting er, at hetta ikki er ein skipan, ið arbeiður fyri at hjálpa og fyribyrgja. Hetta virkar mest sum ein skipan, ið førir lógligan menniskjahandil, við at taka børn fyri at skapað ein arbeiðstørv.

 

-Familjuhjálpin