Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðmerking til grein frá Djóna Nolsøe Joensen um at “raðfesta børn við serligum avbjóðingum”

2020-08-13 10:57

Greinin nemur við eitt sera viðkomandi mál, sum longu varð viðgjørt í løgtinginum, tá røða løgmans varð viðgjørd- mánadagin 3. og týsdagin 4. august.

Stórur áhugi var millum “hjástødd” løgtingsfólk, sum spurdu um málið og fegnaðust um, at tað, beinanvegin tað kom fram í ljósið, varð tikið í stórsta álvara í uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Landsstýrismaðurin greiddi frá, at beinanvegin áhugabólkur gjørdi vart við, at trupulleikar vóru á hesum so tíðandi øki, vórðu viðkomandi partar kallaðir til fundar fyri at greinað málið nærri- við vón um at finna eina loysn.

Fyrsti fundurin varð 8. juli, har landsstýrismaðurin og aðalstjórin møttu umboðum fyri Sernám, Javna, Autismufelagnum og omanfyrinevnda áhugabólki. Fundurin var upplýsandi og gevandi og avtala varð, hvussu farast skal fram, til nýggjur fundur verður.

Á hesum fundi er ætlanin at eisini onnur, ið varða av økinum og sum hava biðið um at kunna verða við, taka lut.

So málið varð beinanvegin tikið í stórsta álvara, og tilgongdin móti einari loysn er byrjað.

Jenis av Rana
landsstýrismaður