Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Viðmerking til brotið í Degi og Viku tann 7. apríl, har Hans Ellefsen umrøður tilfeingisgjaldið

2022-04-17 08:30

Haldi afleiri av hugsanunum hjá Hans Ellefsen (HEsleppa at standa uttan mótspæl, tí hettar íkastið til kjakið frá mínari síðu. Eg hugsiat tað er viðkomandi og sunt at lýsa útsagnirnar hjá HE frá einum øðrum sjónarhorni, tí tær hava manglarog heimurin er ikki so einfaldur og svartur/hvítur, sum HE leggur upp til. Um vit skula taka rætta avgerðirer umráðandi,athesi málini verða lýst fráfleiri sjónarhornum.

Flest øll eru vit samd umat neyðugt er við tilfeingisgjaldiAvbjóðingin er at stilla hettar soleiðis, at tað er best hóskandi, so vit framhaldandi hava búskaparvøkstur og fáa sum mest inn av tilfeingisgjaldi. Íløgur hjá vinnulívinum geva búskaparvøkstur bæði meðan íløgan verður gjørd t.d. tá ein smoltstøð verður bygd og eftirfylgjanditá hendakemur í raksturtí útflutningsvirðið veksur. Útflutningurin er hóast alt umleið 10 mia. av einum BTÚ uppá umleið 22 mia. og privatu íløgurnar eru hartil somuleiðis ein týðandi partur av BTÚ. Fyri at geva ein ábending av týdninginum av privatum íløgunum so kunna vit gera eina lítla samanbering. Hyggja vit at alment atkomuligutølum fyri íløgurso síggja vit til dømis í uppskotinum til játtanarkarmar dagfest 31. mars 2022 á síðu 5at íløguútreiðslurnar sveiggja millum 566 mióog 524 mióí árunum 2022-2027. Taka vit ein av privatuaktørunumso kunna vit hyggja eftir Bakkafrost, sum er skrásett á keypsskálanum og tí hevur nógv tilfarið er alment. Í kunningartilfari dagfest september 2021á síð49kann lesastat Bakkafrost ætlar at gera íløgur fyri 6,2 miaí tíðarskeiðnum 2022-2026, harav 55% ella áleið 3,4 miaverða gjørdar í Føroym. Tað vil sigaat Bakkafrosteinsamaltger íløgur fyri umleið 680 mió.um árið. Við øðrum orðumso eru íløgurnar hjá Bakkafrost (einsamalt) størri enn íløgurnar í játtanarkørmunum. Vøksturin í okkara BTÚ seinastu árini er í stóran mun komin frá júst hesum keldum, privatum íløgum, sum hava viðført øktan útflutning.

Havi meira enn einaferð staðfestat allarhelst er tilfeingisgjaldið stillað ov lágtog at ein roynd verður gjørd seinri í árat koma við meira ítøkiligum íkasti til hettar kjakið. Tá hugsað verður um játtanarkarmarnar komandi áriniso nyttar ikki bert at hava fokus á tilfeingisgjaldneyðugt er eisini at hugsa um útreiðsluvøksturTað er serliga tað síðstasum eg legði meg eftir mánadagin 4/4-22, sum KVF síðanklipti úr (soleiðis at boðskapurin broyttist) og letur HE svara uppá í D&V tann 7/4, uttan at eg hevði møguleika at viðmerkja svarið hjá HE.

Ein situr við hugsaniniat neyðug stig ikki verða tikin fyri at tálma vøkstrinum í útreiðslunum tí politikkarar liva í vónini umat tilfeingisgjaldið loysir allan trupulleikan. Tilfeingisgjaldið er ein ótømandi kaggisum vit altíð kunnlyfta lokið av og taka meira burturúr. Henda hugsan verður styrkt av útsøgnini hjá HE. Sum nevnthavi eg fleiri ferðir sagt at tilfeingisgjaldið allarhelst kann hækka, men dentur má leggjast áat vit ikki sleppa undan at hyggja eftir útreiðslunum.

Í D&V tann 7/4 heldur HE uppáat avgjøld á vinnuna ikki ávirka íløguhugin og harvið ikki ávirka búskaparvøksturin frameftir, so leingi ein skattar “yvirnormalan” vinningin. Hettar er ein sannleiki, ið ikki røkkur allan vegin á mál. Um tað var so einfaltat avgjøld og skattur ikki ávirka íløguhuginhví gera lond sum Skotland lokkandi avtalu um 130% afturbering av skatti til alifyritøkurum hesar gera íløgur í Skotlandi? Leitar ein til onnur londhar alivinnan eisini hevur stóran týdning, sum t.d. Norra, so eru eisini røddur frammiharum at avgjald ávirkar íløguhugin hjá alivinnuni – hetta eru røddir hjá professarum í Norra. Meira um hettar seinni.

Tað er jú ein sannroyndat tað eru fleiri lond, sum royna at fáa fyritøkur at gera íløgur hjá teimum fyri at fáa búskaparvøkstur, arbeiðspláss og harvið meira pening til vælferð. Amboðiðini, hesi brúka í kappinginium at fáa íløgur,eruavgjøld og skattir. Tað er sjálvandi soleiðis, at um vinnan ongan annan møguleika hevur at virka enn júst har hon er, tá kanstórt avgjald leggjast á “óvanligan” vinning, men hevur hon møguleika at velja hvar hon ger sínar íløgur, tá má gjaldið stillast soleiðis,at íløgurnar verða gjørdar her hjá okkum og ikki í útlandinum.

Spurningurin er tíhvørjar valmøguleikar hevur vinnanog eru hesir eins fyri alla vinnuna (fiskivinna og alivinna)? Næsti spurningur erhvussu sær eitt ítøkiligt roknistykki fyri íløguna út, áðrenn og eftir skatt, fyri tær fyritøkur,sum hava valmøguleikan at gera íløgur í Føroyum, Skotlandi ella aðrastaðni?

Føroysk fiskivinna á sjógvi hevur avmarkaðamøguleikar at reka fiskivinnu á sjógvi í øðrum londum sum t.d. í Norra og Íslandi. Orsøkin er lóggáva um eigaraviðurskifti. Í fleiri londum er eitt ynski umat fiskirættindi ikki blíva seld av landinum. Har eru fleiri aðrar avmarkingar, men tær lata vit liggja. Føroysk fiskivinna á sjógvi er tí avmarkað í sínum møguleikum at flyta sínar íløgur, innan fiskivinnuna á sjógvi, aðrastaðni. Eg velji ikki at gera meira við fiskivinnuna á sjógvi í hesum brævi, tí samrøðan í D&V 7/4 var einamest um alivinnuna. Har eru tó ivamál í sambandi við útsagnir um tilfeingisgjaldiðí hesari vinnuni, ein kundi umrøtt nærri, men tað koma vit aftur til eina aðru ferð.

Búskaparliga sæð kann fiskivinnan ikki gera íløgur í annað enn aðrar vinnur, sum allarhelst geva minni avkast av kapitalinum enn teirra primera vinna (fiskivinna á sjógvi), orsakað av avmarkingum í lógini. Virkini hyggja eftir teimum ítøkiligu útrokningunum av íløgunieftir skatt/avgjøldog taka avgerð hareftir. Tey hava tó ikki valmøguleikan at fara í onnur lond og velja tí at flyta sítt virksemi í aðrar vinnur.

Hinvegin er alivinnan í teirri støðuat hon kann velja at gera íløgur í Føroyum, Skotlandi, Íslandi o.s.fr. Velur alivinnan ikki at gera íløgur í Føroyum, men heldur at gera íløgur í øðrum londumjúmen so fáa hesi londini tann búskaparvøksturin og arbeiðsplássiniog hartil vælferðina, sum hesar íløgur kastav sær.

Hugsa vit eitt dømihar t.d. Bakkafrost skal gera íløgur fyri 500 mió., og valið stendur ímillum at gera hesar í Føroyum ella í Skotlandi, so vilja skattur og avgjøld – líkamikið um hesi eru av yvirnormalum vinningi ella ikki – ávirka ítøkiliga úrslitið roknað eftir skatt/avgjøld. Virkir byggja sínar avgerðir á ítøkiligaútrokningar eftir skatt.

Tað er soleiðisat ein ítøkilig útrokning (t.d.gjørt eftir kapitalværdimetoduni) av eini íløgu tekur hædd fyri sjálvari íløguupphæddini og síðannettoúrsliti fyri hvørt árið (inntøkur-útreiðslur) afturdiskonterað til tíðspunkt null. Er munur á skattinum/avgjaldi í Føroyum og Skotlanditá vil hettar ávirka ársúrslitið við at hægri skattur/avgjald gevur lægri árligt úrslit. Hettar kann soleiðis føra tilat ein íløgaí Skotlandi kemur framum eina í Føroyumtí avgjøld ávirka úrslitið eftir skatt.

Vit muga hyggja eftirhvat loysir sebest eftir skattikki bert áðrenn skatt – t.v.s. at hyggjast má eftiveruligu útrokningini, sum fyritøkan gerog ikki bert yvirskipaðum teoretiskum hugsanum, sum útsagnirnar hjá HE byggja á. Tørvin á einum skifti har ein ikki bert hevur fokus á eitt yvirskipað macro modell, men heldur tekur hædd fyri ítøkiligum útrokningum fyri ta einstaku íløguna (micro modell) verður millum annað viðgjørd av Federici og Parisi 2015 í frágreiðingini “Do corporate taxes reduce investments?” har hesir millum annað skriva “...recently, there has been a shift in attention away from macro modeling toward micro modeling. Such interest has also been driven by data availability, but also by increasing awareness of the inappropriateness of aggregate data if one wishes to understand the fundamental determinants of investment.” Ein staðfesting av at tað er óheppið at brúka yvirskipaði aggregerede modellir um ein ynskir at skilja og greina atburð ísv ítøkiligaríløgur hjá virkjum.

Aftur til dømi við íløgum í Skotlandi.Tað vil sigaat íløgan í Skotlandi hevur hægri vinning eftir skattum skatturin/avgjøld verða ov høg í Føroyum (kapitalvirðið verður hægri í Skotlandi har avgjøld og skattur eru lægri). Við øðrum orðum mugu vit brúka veruleikakendar útrokningarfyri at greina støðuna rætt.

Samanumtikið hava fiskivinna á sjógvi og alivinna ikki eins treytirog ávirkar hettar møguleikan at krevja upp avgjøld frá vinnuni. Jú betri møguleikar ein fyritøka hevur at flyta sítt virksemi har avgjøldini eru lægrijú minni kann krevjast inn, tí krónu fyri krónusum verður brúkt til íløgurso vil eitt lægriavgjald (alt annað líka)gera tað meira áhugavert at gera íløgur har gjaldið (skatturin) er lægri.

Sum nevnthava vit eitt ítøkiligt dømi um lokkan við lægri avgjøldum úr Skotlandi. Í Skotlandi er eitt ynski um hægri búskaparvøkstur, fleiri arbeiðspláss og hægri vælferðog amboðið skotar brúka í kappinginivið onnur um at fáa íløgur er t.d. møguleikin fyri skattligumavskrivingum(eitt avgjald av mongum).

Her er brot úreinum átaki, sum skotar gerafyri at fáa íløgur (dagfest 1. oktober 2021). Lýsir hvat og hví:

The UK and Scottish government offer several tax and grant incentives to businesses to encourage growth and investment in particular areas, generally with a focus on job creation, research and development and capital investment.

This note summarises some of the main opportunities available to The Scottish Salmon Company.

Super-deduction

In order to stimulate investment, the UK Government has introduced an enhanced tax deduction on plant and machinery expenditure that is available from 1st April 2021 to 31 March 2023.

The incentive allows a 130% deduction of qualifying capital expenditure from taxable profits e.g. the purchase of a£100,000 machine will result in a£130,000 deduction from taxable profit in the year of purchase. At the current tax rate of 19% this would reduce the tax bill by£24,700.”

Hettar eru munandi átøk fyri at fáa fyritøkur at gera íløgur í Skotlandi. Til dømis kann ein fyritøka gera íløgur fyri kr. 100.000,- og draga frá kr. 130.000,- sama ár. Her á okkara okkara leiðum blívur slíkt skattliga avskrivað yvir fleiri ár. Í Skotlandi verður, í løtuni, tískil avskrivað runt roknað 6 ferðir so skjótt sum á okkara leiðum, alt eftir hvat slag av íløgu talan er um.

Hettar verður gjørt tilvitað fyri at lokka íløgur til fyri at fáa fleiri íløgur og harvið hægri búskaparvøkstur o.s.fr. Ein alifyritøka stendur soleiðis í støðuni,har hon kann gera íløguríFøroyum ella í Skotlandivalið hvar íløgan verður gjørd,verður sjálvandi ávirkaðav,hvussu nógv liggur eftir,og har spæla avgjøld og skattir sín lut, tí fyritøkur gera ítøkiligar útrokningar eftir skatt,távalið stendur millum tvær íløgur.

Í Norra er eisini eitt kjak í hvønn mun avgjøld á alivinnuna ávirka íløguhugin í nýggjar verkætlanir,sum hava váða við sær, t.d. aling útá opnum havi. Spurningurin er um hægri avgjøld gera slíkar verkætlanir minni áhugaverdar? Bæði sum einstakar verkætlanir,og tá ein kann velja ímillum fleiri.

Professarar (Bård Misund, Petter Osmundsen og Ragnar Tveterås) við lærda háskúlan í Stavanger royna at greina avleiðingarnar av einum grunnrentuskatti í norskari alivinnu, og serliga hvørjar avleiðingarnar kunnu vera av skattamodellinum.

Teir eru ikki ímóti at skatta tilfeingisrentuna, men ávara,at tað kann hava avleiðingar hvussu hetta verður gjørt, og hvussu høgur tilfeingisskatturin er. Júst tað sum eg eisini havi ført fram. Áhugaði hava møguleika at lesa meir um hesi ivamál við at fylgja fylgjandi slóðum:

https://www.tu.no/artikler/lakseskatt-stopper-baerekraftig-havbruk/477409

https://ilaks.no/professor-om-grunnrentebeskatning-for-hoy-skatt-kan-presse-naeringen-over-pa-landbasert-oppdrett-eller-mot-andre-land/

https://ebooks.uis.no/index.php/USPS/catalog/book/46

Nevndu professarar siga millum annað fylgjandi:

“Denne (skrivari: avgjøld) gjør lønnsomme prosjekter ulønnsomme. Vi har utført prosjektberegninger som viser at denne skattemodellen vil stoppe utviklingen mot mer bærekraftige utbyggingsløsninger innen havbruk.

Nye og mer bærekraftige utbyggingsløsninger er under utvikling i oppdrettsbransjen, for eksempel offshore anlegg, lukkede anlegg i sjøog semi-lukkede anlegg.

Tilnærmingen er utelukkende teoretisk, og man sjekker ikke ulike skattesystem opp mot faktiske prosjekter og faktisk investeringsatferd. Da får man resultater av den typen man har i kraftsektoren, der det er velkjent at samfunnsøkonomiske oppgraderingsprosjekter innen vannkraft hindres av skattesystemet.

En skatt må utformes under realistiske antakelser om bedriftenes tilpasninger. Vi kartlegger selskapenes faktiske investeringsatferd og legger denne til grunn. På basis av dette lager vi realistiske investeringsmodeller for ulike typer prosjekter i kystsonen og offshore. Vi undersøker samfunns- og bedriftsøkonomisk lønnsomhet for investeringsprosjekter i konvensjonelleåpne merder, for lukkede merder i sjøog for offshore oppdrettsanlegg. For åundersøke om en grunnrenteskatt virker vridende ser vi om prosjektets lønnsomhet endrer seg etter skatt i forhold til før skatt.

Konklusjonen fra analysen er entydig. Investeringer i ny oppdrettsteknologi vil påvirkes negativt av særskatten, og prosjektene vil ikke bli realisert. Poenget er at disse er mer kapitalintensive og ligner på vannkraftprosjekter.“

Teir koma eisini inná sjónarmið sum eg føri fram:

“Ragnar Tveterås og Bård Misund ved Universitetet i Stavanger forsker på grunnrenteskatt i fiskeri- og havbruksnæringen.

– Blir skatten satt for høyt, kan det presse næringen over mot landbasert oppdrett, mot oppdrett utenfor fjordene og mot andre land uten slike avgifter. Dette blir en vanskelig avveining. Grunnrenteskatt på havbruk kan trigge utflagging av havbruk til kystlokaliteter og landanlegg i andre land, som Chile, USA og Kina, sier professor Tveterås ved Universitetet i Stavanger til Dagens Næringsliv, og understreker at faren for utflagging er reell.”

En ny særskatt kan ha en fundamental og vidtrekkende påvirkning på oppdrettsnæringens videre vekst og fremtid i Norge. Det er nødvendig å analysere grunnlaget for, og konsekvenser og vridningseffekter av en ny særskatt i havbruksnæringen. Det er godt dokumentert i litteraturen at vridende skatter kan føre til redusert investering og vekst, både i økonomien generelt, og på selskapsnivå (Nerlove et al., 1993; Auerbach, 2002; Gordon og Hines, 2002; Hasset og Hubbard, 2002; Hines, 2007; Djankov et al., 2009; Federici og Parisi, 2015).

Samanumtikið er hugsanin hjá hesum, at har er eitt samband millum íløguhugin og skattir/avgjøld. Hugsanir - um tað loysir seg ella ikki - byggja á íløgurokning, har ein í fyrsta umfari kannar um ein íløgu loysir seg í sær sjálvum, hareftir kannar mann um íløgur loysa seg í mun til hvørja aðra. Amboðini ið blíva brúkt eru er “absolut og relativ fordelagtigit”, eisini kallað Fundamentalprincip 1 og Fundamentalprincip 2. Modellini sum blíva brúkt til ítøkiligar útrokningar eru kapitalværdimetodan (tann mest “rætta”), henda verður síðan stuðla av annuitetsmetoden, interne rentefods metode og tilbagebetalingsmetoden.

Afturat hesum muga vit ikki gloymaat tilfeingisgjald bert kann roknast av tí laksisum er í sjónum, tí stórar íløgur á landiið skapa virði ikki er eitt tilfeingi, sum fyritøkurnar hava fingið, men eitt virðisum tær hava skapog skapa í beinleiðis kapping við aðrar alifyritøkur á altjóða marknaðinum. Hesin parturin má tí takast úr útrokningini av “yvirnormalum” vinningi.

Tað eg ynski at vísa áer at eitt mál kann lýsast frá fleiri síðum. Smálutirnir í hesum máli eru fleiri og kanska hartil fløktir, men skotar geva neyvan ein fyrimun til alifyritøkur, sum gera íløgur í Skotlandi uttan orsøk. Kjakið í Norra gevur somuleiðis ábendingar um,at tað er skilagott at hugsa seg sum. Haldi hettar undirbyggir mína hugsan.

Samanumtikið merkir hettaratføroyingar muga duga at javnviga og seta tilfeingisgjaldið soleiðisat vit fáa sum mest av íløgumið skapa búskaparvøkstur, arbeiðspláss og vælferðsamstundis sum vit fáa eitt hóskandi høgt tilfeingisgjald øllumið her búgvaat gagni. Ikki bert her og nú, men eisini um 10 ella 20 ár.

Við hesum vóni egat ljós er kastað á myndinaog at lesarin sær at litspælið er ríkari enn HE leggur upp til.

Sum áður nevnt aðrastaðniso er ætlanin hjá Búskaparráðnum at gera meira við málið um tilfeingisgjald til heystar. Soleiðis er hettar íkastið mítt persónliga íkast til kjakiðTó so, hóast tað eg føri fram er grundað á mína egnu áskoðan, so er mín áskoðan stuðlað av øðrum uttanlands, vísandi til áðurnevndu keldur í hesum skrivi. Har er rúgvismikið tilfar at taka afturí. Orsøkin til at skrivið kemur longu nú erat tað ber illa til at útsagnir, sum ikki fult og heilt haldasleppa at standa óroyndar.

Gleðiligar páskir øll somul.

FróðiMagussen