Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Viðlíkahald fyri C – undirstøðukervið skal røkjast

2019-08-28 10:55

Gamaní skulu vit hava eitt vælútbygt vegakervi kring landið. Men vit skulu so sanniliga eisini finna neyðugar íløgur, so at okkara undirstøðukervi ikki fellur í órøkt.

Í samferðsluætlanini fyri 2018 til 2030 ger Landsverk millum annað vart við, at vegir og brúgvar treingja til viðlíkahald.

Játtanin til viðlíkahald av veganetinum er lutfalsliga nógv lækkað síðani 1996, tá játtanin var 2,3 prosent av samlaðu fíggjarlógini, meðan hon í 2018 var 0,9 prosent. Játtanin er bæði beinleiðis skorin og minkað orsakað av inflatión. Harafturat hevur ferðslan og slitið, sum fylgir við, verið vaksandi við yvir 30 prosentum tey seinastu 10 árini á ávísum teinum.

Síðani byrjanina av nítiárunum, tá játtanin til viðlíkahald av undirstøðukervinum varð nógv skerd orsakað av kreppuni, er hon ikki hækkað aftur. Øll øki í landinum hava tørv á ábótum, og játtanin til viðlíkahald av vegakervinum skal raðfestast nógv hægri enn higartil.

Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái møguleikan.

Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin