Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Við rætti fylgir ábyrgd

2021-06-21 14:44

Nú dustið frá verkfallinum hjá pedagogunum er um at leggja seg, loyvi eg mær at koma við nøkrum hugleiðingum.

Fakfeløgini rópa um verkfalsrættin, og tað skulu tey. Men Løgtingið skal eisini blanda seg, tá fakfeløg fara út um mark. Við verkfalsrætti fylgir eisini ein ábyrgd, og er hon, millum annað, ikki at fara út um etisk mørk. At steingja bústovnar hjá børnum við sverari autismu, og øðrum brekaðum, er at fara út um alt lágmark. Hesi menniskju hava frammanundan eitt sera trupult lív, og teimum tørvar okkara verju og stuðul. Ikki stein oman á byrðu!

Til stóran lætta hjá okkum avvarandi at fólki við breki, tykist hendan samgongan vilja sláa ring um brekað fólk, og tryggja teimum virðilig rættindi og lívsfrið her á landi. Landsstýrismaðurin, ið varar av arbeiðsmarknaðarmálum, ætlar at fara til samráðingar við fakfeløgini, at royna at fáa skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og fáa gjørt avtalu um at verja tey brekaðu, tá verkfall er.

Eg eri ikki samd, tá hann sigur, at sjálvandi eigur fakfelagið at fáa nakað afturfyri at frásiga sær ”rættin” at brúka brekað sum jarnbrot í sáttmálasamráðingum. Tað átti at verið so sjálvsagt, sum amen í kirkjuni, at brekað ikki eiga at vera ein forhandlingsvøra.

Yvirhøvur vantaði hendan etiska diskussiónin, og her sviku eisini miðlarnir fólk við breki og familjur teirra. Sum fjórða statsvald, eiga miðlarnir at halda politiska myndugleikan í rímiliga stuttum bandi, men teirra ábyrgd er eisini tala at, tá onnur við stórum valdi gera stóran skaða, so sum fakfeløg, tá tey fara út um mark.

Mín vón og áheitan er, at hendan etiska diskussiónin verður tikin upp, og at livandi fer at verða hjá fólki við breki í Føroyum.

Aimi G. Justinussen