Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Velur samgongan dálkandi bilar?

2022-09-14 08:30
Um tríggjar mánaðir verða færri fyrimunir við at keypa eitt nú elbilar, um samgongan ikki velur at gera nakað við tað.

Orsøkin er, at tá fer verandi lóggáva úr gildi, har fólk, sum eitt nú keypa elbilar, sleppa undan skrásetingargjaldi og fáa alt ella størsta partin av meirvirðisgjaldinum aftur.

Endamálið við avgjaldsfrítøkunum hevur verið og er framvegis at eggja fólki til at keypa umhvørvisvinarligari akfør, so vit sum samfelag kunnu sleppa undan dálkandi og kostnaðarmiklu oljuni.

Frá 1. januar 2023 verður skipanin broytt, so hesi fólkini bara fáa helvtina av meirvirðisgjaldinum endurgoldið og skulu gjalda skrásetingargjald á sama hátt sum onnur, ið keypa eitt nú dieselbilar.

Vaksandi eftirspurningurin eftir serliga el-bilum hevur við sær, at leveringstíðin av el-bilum er long. Fleiri dømi eru, har fólk, sum hava bílagt el-bil fyri langari tíð síðan, ikki fáa bilin fyrr enn eftir 1. januar.

Um avgjaldsfrítøkan ikki verður longd, so verða el-bilarnir munandi dýrari og er tað ein ítøkiligur vandi fyri, at fólk fara at avlýsa bíleggingina, og sølan av el-bilum steðgar fullkomiliga upp.

Tí havi eg sett landsstýrismanninum fyrispurning, har eg vil vita, um landsstýrið hevur ætlanir um at leingja skipanina við frítøku av mvg og skrásetingargjaldi.

Aksel V. Johannesen,
løgtingsmaður