Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Velji fyri børnini, sum ikki hava valrætt!

2020-11-10 12:25

 Á valdegnum í dag eri eg til arbeiðis í Klaksvíkar sjúkrahúsi og veri her vikuna út. 

Her eru Petøvenjingini fyri børn, ið eru førleikaskerd og við nógvum ymiskum diagnosum. 


Tey fáa teir tímar venjing dagliga í 3 vikur, tvær ferðir árliga. 


Men fyri at fáa venjingarnar skula tey hava ein avvarandi við.  Og her sæst munur á. Av 20 børnum, eru 5 Havnarbørn. Restin eru børn, sum eru ymsa stani frá. Um hugsa verður um at uml helvtina av okkara borgarum eru havarfólk, manglar onkur her. 


Eg havi hoyrt grundirnar. Nógvar eru frástøðan og at skula vera burtur frá skúla/arbeiði sum ger at tað ikki gert møguligt. 


Hetta er spell fyri tey ið hava tørv á venjingini. 


Mítt ynski til nýggja býráðið, er at tað verður hugsa meir um venjing fyri tey sum tørva. 


Eitt ynski frá mær er at kommunan varar av einum tilboð til børn, so venjing kann ganga systematisk fyri seg á stovni og í skúla, so barni og familjan ikki skula brúka fríløtur til hetta, men heldur sum allar aðrar vanligar familjur. 


Gott val!


Katrin Jacobæus, valevni fyri Tórshavnar kommunu, Tjóðveldi