Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Veljarin tók loysingina av skrá

2019-06-13 10:45

Á fólkatingsvalinum gav veljarin politisku skipanini greið boð: Løgtingsvalið skal sn úgva seg um lívið og korini hjá fólki. Tað skal ikki snúgva seg um loysing

Sjúrður Skaale

(Grein sum stóð í Sosialinum mikudagin). 

Valstríð gevur politikarum eitt serligt høvi til at tosa við fólk, ein annars ikki tosar við . Tey góðtaka, at ein júst hesar dagar setir seg í samband við tey til eitt stutt prát.

Tað góða er, at samskiftið ikki er einvegis. Hesir dagarnir eru eisini eitt gott høvi hj á fólki at siga politikarum hvussu tey síggja upp á tingini. Hvat tey halda vera gott og hvat tey halda kann gerast betur.

Í júst farna valstríði tosaði eg við sera nógv fólk. Og tað gjørdist mær greitt, at tað í orðaskiftinum er eitt, sum veruliga hevur loypt ótta á nógv fólk. Tað er Tjóðveldisins bombastiska fráboðan um, at tað skal loysast í næsta valskeiði.

Veljarin veit

Tað er ikki løgið, at fólk eru stúrin, tá ein samgonguflokkur boðar frá hesum.

Skulu Føroyar loysa áðrenn fýra ár eru farin, er tað jú ein kollvelting. Tað er at tveita landið út í stóra óvissu. Og tey, sum eru veikast, eru fullgreið um, hvør fer at rinda prísin.

Fólk eru ikki býtt. Tey vita, at tað kostar at yvirtaka løgreglu, verjumál, rættarskipan, uttanríkismál, bankakervi, valuta og alt hitt. Tey vita, at blokkurin hevur týdning. Tey vita, at tað kostar at missa teir møguleikar, føroyingar í dag hava sum partur av ríkisfelagsskapinum.

Tey vita eisini, at skal k ó sin setast m ó ti loysing innan fýra ár, so verður politiskt borgarakríggj í landinum. Øll orka fer til stríðið millum loysing og samband, og tað, sum hevur týdning fyri gerandisdagin hjá fólki, verður lagt til viks.

F ó lk vita eisini, at fyri tað, um vit fara úr ríkisfelagsskapinum, kunnu vit ikki standa einsam ø ll. Vit mugu inn í onkran annan felagsskap. Og tað er ikki vist, at vit fáa eins nógv veruligt sjálvræði, sum vit hava nú, nakra aðrastaðni.

“Eg ræðist Tjóðveldi”, var ein vending, sum eg hoyrdi aftur og aftur upp undir valið. Og setningurin, sum kom aftaná, gav bæði mær og øðrum høvuðbrýggj: “Javnaðarflokkurin er í parti við Tjóðveldinum. Tí velji eg ikki tykkum aftur. Eg fari yvir til Sambandið”.

Nei til A

Logikkurin hjá fólki er púra greiður og ringur at vísa aftur:

Javnaðarflokkurin hevur sagt, at munurin millum politisku kósirnar hjá Fólka- og Javnaðarflokkinum er so stórur, at ein samgonga millum hesar flokkar ikki ber til.

Grundin til hesa fráboðan er, at vit halda, at vallyfti skulu takast í álvara.

Tá Fólkaflokkurin lovar, at fiskivinnunýskipanin skal rullast aftur, so taka vit tað fyri fult. Fólkaflokkurin hevur eisini sjálvur boðað frá, at meginparturin av øllum tilfeingisgjøldum skulu strikast, og at ein avtøka av t.d. uppboðssøluni verður ein treyt frá teirra síðu. Tað kunnu vit ikki vera við til. Og tí sigur Fólkaflokkurin í veruleikanum tað sama sum vit: Ein samgonga millum A og C ber ikki til.

At rulla broytingarnar í hjúnarbandslógini aftur kunnu vit heldur ikki vera við til. Og at hækka almennu útreiðslurnar og minka inntøkurnar so nógv, sum Fólkaflokkurin lovar at gera, ber als ikki til fíggjarliga. Botnurin rýkur undan landskassanum. Vit kunnu ikki gera tað.

Tí siga vit nei til Fólkaflokkin.

Eitt val er sum ein handil. Fólk mugu fáa á leið tað fyri atkvøðuna, sum mann lovar teimum. Tað ber ikki til at selja fólki mjólk og so geva teimum bensin.

Tí kunnu hvørki A ella C við trúvirði siga, at ein samgonga millum flokkarnar ber til.

Alt hetta skiltu tey flestu av teimum, sum eg tosaði við í døgunum upp undir fólkatingsvalið.

Men so kom spurningurin: “Hvussu við Tjóðveldinum? Tey hava tit ikki avskrivað – og tey ætla at loysa í næsta valskeiði!”

Eg svaraði, at tað fór Javnaðarflokkurin ikki at ganga við til – men tað var ikki so lætt. Tí treytin fyri, at Javnaðarflokkurin aftur kann fara í samstarv við Tjóðveldi er sjálvandi, at floksins fráboðaða kollvelting verður tikin av skránni. Og hon er enn á skrá. At vit skulu loysa í næsta valskeiði er framvegis Tjóðveldisins almenni politikkur.

Tá tað snýr seg um loysing-samband er í tí í løtuni minni munur millum C og A enn millum C og E. Kortini hava vit útiloka ð A – men ikki E...

Tað er einki at siga til, at nógvir av okkara veljarum eru ørkymlaðir.

Sjálvræði, men ikki loysing

Lat meg gera heilt greitt: Javnaðarflokkurin vil fegin víðka føroyska sjálvræðið. Tað hevur altíð verið kósin. Javnaðarflokkurin hevur verið við til nógvar yvirtøkur, sum hava gagnað Føroyum. Í roynd og veru hevur Javnaðarflokkurin verið við til fleiri yvirtøkur enn Tjóðveldi. Men vit síggja ikki felagsskap og sjálvræði sum mótsetningar.

Og at kasta samfelagið út í ta kaos, sum ein loysingar-kollvelting hevði havt við sær, kunnu vit sjálvandi ikki.

Alt tosið um loysingina byrjaði, tá báðir stóru samgonguflokkarnir høvdu landsfund 6. apríl í ár. Tann dagin boðaði Tjóðveldi frá , at tað skal loysast í næsta valskeiði.

Í yvirlýsing segði flokkurin, at “Tjóðveldi fer tí til løgtingsval við kravi um, at loysingin nú skal fremjast í verki.”

Tjóðveldi visti, at hetta kundi Javnaðarflokkurin aldrin ganga við til. Tí var fráboðanin í veruleikanum ein uppsøgn av verandi samgongu eftir næsta val.

Tað sæst týðuliga, um ein hyggur at tí, Aksel V. Johannesen boðaði frá á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum sama dag. Hann segði soleiðis:

“Vit vilja hava búskaparligt sjálvbjargni, tí øll ynskja vit at klára okkum sjálvi. Men lat tað vera greitt: vit fara ongantíð at seta vælferðina hjá føroyingum í váða á sjálvbjargniskósini. Hetta kunnu tit líta á. Vit vilja byggja einar Føroyar, sum eru so tryggar, so ríkar og so frælsar, sum til ber. Men vit offra ikki eitt av hesum málum fyri eitt annað.”

Javnaðarflokkurin vil fegin halda fram at samstarva við Tjóðveldi eftir komandi løgtingsval. Tí hava vit livað í vónini um, at Tjóðveldi fór at rætta kósina.

Tað er ikki hent enn.

Men so kom fólkatingsvalið. Tjóðveldisins nýggi politikkur bleiv lagdur fyri fólk – og svarið var púra greitt: Nei takk! Nakra kollvelting vilja føroyingar ikki hava.

B og C vunnu vali ð. Men A hevði stóra framgongd og stendur væl brynjaður til løgtingsvalið.

Einasti tapari var Tjóðveldi.

Broytið k ó s

Sum forkl áring fyri tapið hava summi tjóðveldisfólk víst til eina kapprenning í Klaksvík. Onnur til eitt bræv frá Piu Kjærsgaard. Og uppaftur onnur til fiskivinnunýskipanina.

Eg trú gvi ikki, at naka ð av hesum er r æ tt.

Orsøkin til tapið var, at floksins krav um loysing her og nú hevur loypt veruligan ótta á fólk. Eisini nógvar tjóðveldisveljarar.

Vónandi ásannar flokkurin, at tað ikki ber til at loysa ímóti fólksins vilja. Vónandi sær hann, at einasta úrslit av loysingartosinum er, at Sambandið, sum jú livir jú av óttanum fyri loysingini, bólgnar upp. Júst sum tað hendi á fólaktingsvalinum mikudagin.

Gongur Tjóðveldi ikki í seg sjálvt og broytir kós fram til løgtingsvalið, henda trý ting við vissu: Verandi samgonga kann ikki halda fram. Sambandið fær eina rúgvu av atkvøðum. Og Tjóðveldi minkar og endar í andstøðu. Eingin flokkur fer at ganga krøvunum um loysing á møti.

Vekjarin ringdi 5. juni

Tjóðveldi avgerð sjálvandi fult og heilt, hvørja leið tey vilja halda.

Men tað, ein flokkur sigur og ger, ávirkar aðrar flokkar. Eingin vinnur reinan meiriluta. Alt snýr seg um at finna felagsnevnarar. Og tí er tað okkara skylda at siga, hvønn týdning Tjóðveldisins kós hevur fyri okkum.

Við Tjóðveldinum eru farnu árini framdir fleiri reformar, sum okkara samfelag hevur bíðað eftir í áratíggju. Tað hevði eingin onnur samgonga klárað . At tað enntá er framt av eini minnilutasamgongu, er eitt bragd.

Sjálvandi hevur verið ónøgd í samstarvinum. Frá báðum síðum. Tjóðveldi hevur – stundum av røttum – verið ónøgt við Javnaðarflokkin. Og øvugt. Sjálvur haldi eg til dømis, at handfaringin av Novo-málinum var ein katastrofa. Og eg kann ikki tola nationalistiska snakkið um, at tey, sum vilja hava loysing, eru meira tjóðskaparlig enn onnur.

Men felagsnevnararnir hava verið nógvir, og mangt gott er gjørt. Tí vóna mong javnaðarfólk, at samstarvið kann halda fram.

Men tað kann tað ikki, um kravið er loysing.

Tí má mann vóna, at fólkatingsvalið var ein vekjari. At úrslitið fær Tjóðveldi at skilja, at veljarin 5. juni gjørdi púra greitt, at loysingin skal takast av skrá.

Valið vísti, at tað, fólk vilja hava, er politikkur, sum snýr seg um teirra gerandisdag. Um sosialmál. Um umhvørvi. Um vinnulív. Um fiskivinnu. Um lívið og korini hjá fólki.

Vissuliga skulu yvirtøkur fremjast, so hvørt vit megna tað.

Men kollvelting verð ur eingin. Ið hvussu er ikki saman við Javnaðarflokkinum.