Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Bústaður: Heygsvegur 22
490 Strendur

Limur í Norðurlandaráðnum

Limur í uttanlandsnevndini

Tlf. 749048

Teldupostur: helgia@logting.fo

Heimasíða: www.helgi.org

Veljarakanning reisir áhugaverdar spurningar

2014-05-08 19:21

Seinasta fríggjadag kunngjørdi “Ting.fo” eina veljarakanning, sum Gallup hevði gjørt. Ikki kann sigast annað enn at kanningin gevur báðum teimum stóru samgonguflokkum nakað at hugsa um, tí báðir ganga nógv aftur.

Veljarakanningar skulu sjálvsagt takast við fyrivarni, tí tað er alment kent, at summir veljarar brúka kanningar til at vísa sína misnøgd, hóast fleiri av somu veljarum ikki høvdu funnið uppá at skift flokk á einum vali. Eisini vísti kanningin, at stórt tal av teimum sum valdu stóru samgonguflokkarnar á seinasta løgtingsvali, høvdu framvegis ikki tikið støðu til, hvønn tey høvdu valt, um val var nú..

Men hóast tølini kunnu broytast nógv frá eini kanning til eitt val, so geva kanningar eina greiða ábending um, hvønn veg rákið fer.

Samgongumøguleikar Ein spurningur sum altíð er áhugaverdur aftaná eitt løgtingsval (og tí eisini átti at havt áhuga aftaná eina veljarakanning) er spurningurin um, hvørjir flokkar kunnu hugsast at fara í samgongu.

Stóri vinnarin í veljarakanningini er Javnaðarflokkurin, sum fer úr 17,8 prosentum uppí 25,1 prosent av atkvøðunum.

Ein orsøk til hesa stóru framgongdina sigst vera, at formaðurin í flokkinum hevur meldað greitt út, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin aftaná komandi val.

Uttan iva er ein tílík útmelding ein styrki á valinum. Spurningurin er so, um hon ikki kann vera ein veikleiki aftaná valið. Tí fyri at fáa meiriluta, mugu í minsta lagið tveir stórir flokkar vera í samgongu, og tá Fólkaflokkurin er avskrivaður, og Sambandsflokkurin sambært kanningini verður ov lítil, so er bara Tjóðveldi eftir. Hetta kann blíva ein trupulleiki hjá einum floksformanni, sum eisini hevur boðað alment frá, at undir hansara leiðslu verður Javnaðarflokkurin ein samríkisflokkur.

Má melda greitt út
Aksel Johannesen segði í sjónvarpinum fríggjakvøldið, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi kunnu samstarva um so nógv annað enn fullveldispolitikk, og rætt er tað. Teir kunnu endurstovna Landsbankan, broyta hjúnabandslógina o.s.fr. Men eingin má halda, at Tjóðveldi, aftaná 12 ár í andstøðu, fer í eina samgongu, sum ikki tekur stór stig á fullveldisleið. Tað hendir ikki.

So tá Aksel Johannesen meldar greitt út, at hann ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin, so verður hann eisini noyddur at melda líka greitt út, hvussu langt hann vil fara (ella vónandi ikki vil fara) á fullveldisleið saman við Tjóðveldinum.

Høgni vil vera løgmaður
Hin stóri vinnarin í veljarakanningini er Tjóðveldi, sum, eins og Javnaðarflokkurin, stendur til at fáa átta tingmenn.

Á seinasta flokstingi, sum var hildið í Sandavági í mars mánaði, meldaði flokkurin út, at hann vildi hava landsins leiðslu (løgmann) og at málið var at “skipa einar frælsar Føroyar”.

Tjóðveldi hevur ikki frammanundan avskrivað at samstarvað við nakran flokk, men eg havi varhugan av, at “kemiin” millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin er ikki góð í løtuni. Men aftur her kann útmeldingin hjá Akseli Johannesen um at útiloka Fólkaflokkin spæla inn. Fólkaflokkurin endar næstan altíð í samgongu, og við undantaki av nøkrum mánaðum í 2008, hevur hann sitið í samgongu út í eitt seinastu 18 árini.

Rekur Fólkaflokkin til Tjóðveldi
Fólkaflokkurin er í teirri støðu, at Javnaðarflokkurin hevur avskrivað hann sum samgongufelaga, og verður Sambandsflokkurin ikki størri enn tað sum veljarakanningin vísti, so hevur Fólkaflokkurin bara ein møguleika, og tað er at fara í eina fullveldissamgongu saman við Tjóðveldi.

Tjóðveldi skal tí velja millum samríkispolitikk saman við Javnaðarflokkinum ella fullveldispolitikk saman við Fólkaflokkinum. Saman við Sambandsflokkinum fer hann ikki, tí har veit hann, hvat hann fær. Tann sum slakar mest mótvegis Tjóðveldi í tí spurninginum vinnur slagið um skrivstovurnar í Tinganesi. Sostatt kann útmeldingin hjá Akseli Johannesen um at útiloka Fólkaflokkin blíva beinleiðis orsøk til, at vit fáa eina fullveldissamgongu millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin, meðan Javnaðarflokkurin sum størsti flokkur endar í andstøðu.

Eingin fær Tjóðveldi at reka sambandspolitikk
Ilt er at spáða um framtíðina, men sigast má, at nýggja veljarakanningin reisir í hvussu so er nakrar áhugaverdar spurnigar og Aksel Johannesen má melda út, hvussu langt hann vil slaka mótvegis Tjóðveldi í fullveldisspurninginum. Bara at siga at flokkurin kann samstarva um nógv annað, dugir ikki, tí tað verður tann ríkisrættarligi spurningurin, sum í seinasta enda verður avgerandi.

Eg trúgvi í hvussu so er ikki, at nakar fær Tjóðveldi at reka sambandspolitikk.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður