Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vegsaslit frá 30.000 lastbilum skal viðgerast í býráðnum

2020-09-04 06:37

Grótflutningurin ígjøgnum Havnina inn í Eysturoynna fer at kosta havnarborgarum vegaslit svarandi til, at 10.000 persónbilar koyra á vegastrekkinum um samdøgrið í 82 ár. Hetta skal viðgerast í býráðnu

Ætlaði grótflutningurin úr Sandoyartunlinum – av Velbastað til Runavíkar – skal í fyrstu atløgu viðgerast í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð. 

Vit kunnu ikki bara lata tað fara aftur við borðinum, at 30.000 lastbilar skulu flyta grót ígjøgnum høvuðsstaðin, sum svarar til vegaslit á hesum vegastrekki frá 10.000 persónbilum um samdøgrið í 82 ár. Til samanberingar kann nevnast, at nýggjastu ferðsluteljingarnar á Marknagilsvegnum framvið Glasi vísa, at har koyra 10.000 persónbilar um samdøgrið. 

Grótflutningurin hevur við sær, at tunnilsfelagið sleppur av við grótið og fær inntøkur burtur úr grótflutninginum ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Runavík fær grótið lutfalsliga bíliga, og sum støðan sær út í løtuni, so fáa havnarborgarar rokningina fyri vegaslitið. 

Slit, dálking og órógv
Einhvør kann siga sær sjálvum, at hetta verður ein risastór rokning fyri vegaslit til okkum í Havn, so hetta skal viðgerast býráðnum. Í Tórshavnar kommunu hava vit longu frammanundan ábyrgdina av 6.000 lastbilum, sum skulu koyra grót oman í Álaker, ið svara til slit frá 10.000 persónbilum um samdøgrið í 16 ár. Men onkrir aðrir partar noyðast sjálvandi at vera við til at rinda rokningina fyri slitið frá teimum 30.000 lastbilunum, sum skulu flyta grót av Velbastað ígjøgnum høvuðsstaðin, víðari ígjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin, sum eisini verður slitin upp, til Runavíkar. 

Harumframt fer hesin umfatandi grótflutningurin at dálka illa og órógva ferðsluna í høvuðsstaðnum. Tað sigur seg sjálvt, at vit ikki bara kunnu standa og hyggja at – hetta skal skipast betur. Ongantíð betri, um vit kundu flutt grótið sjóvegis, tó at tað eisini krevur heilt aðrar grótbátar, enn vit hava til taks í dag.

Roknistykkið omanfyri byggir á eina tummilfingrareglu, sum sigur, at slit frá einum lastbili svarar til slit frá 10.000 persónbilum. Síhttps://ing.dk/artikel/hvordan-beregner-man-lasbilers-vejslid-92104 

Bogi Andreasen,
býráðslimur