Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Várharra hevur humor, og fanin flennur við

2021-11-11 08:49

Latið okkum hugsað um 9-10 Novembur. Ein søgulig tíðarfesting.Mangar søgubøkur eru skrivaðar um hvat fórst fram hendan lagnudag. Um at nakað tílíkt aldrin má henda aftur, og at vit aldrin mugu gloyma hvat hendi og hví.

Hettar var ein tí tá ið ein bólkur av fólkum bleiv skýrdur fyri ikki at vísa samfelagssinnið. Tí hann var egoistiskur. Tískil bleiv sagt at hesin bólkur mátti ikki hava somu rættindir sum hini høvdu. Tí um hann bleiv við at hava somu rættindi, ja so var øll tjóðin í vanda.

So tað einasta rætta at gera var at máða rættindini frá hesum bólki miðvíst og smávíst til onki var eftur. Síðani syrgdi man fyri at isolera henda bólk, halda hann burtur frá teimum ið valdu at gera sum tað bleiv sagt.Tí hesin júst sami bólkur kundi smittað onnur, um ikki við lús ella tyfus, so við konspirationsteorium. Ja til endans bleiv sagt um henda bólk at hann var mest líkur rottu og øðrum skaðadjórum. Tey vóru stutt sagt skýrd ein trupuleiki.

Tey mistu rættin til at arbeiða. Tað var bannað at selja til, ella at keypa frá teimum. Nú skuldi myndin verið klár, og flest tygum kenna allarhelst søguna minst líka væl sum eg.

Ein av hæddarpunktinum frá hesi tíð var 9-10 novembur 1938. Krystalnacht!

9-10 novembur!

Tilukku við passinum Føroyar og Haldið nú Die fahne hoch!

Og latið okkum bara brenna grundlógina imeðan væl logar. Hon liggur hóast alt bara og flýtur í rennuni til stóran ampa fyri farsóttanevndir og kinesiskar keypsmen ið tykjast hava størri avgerðarrætt enn okkara fólkavaldu.

Tó skal eg leggja aftrat at eg trúgvi ikki at pass = Tok = serviðgerð her á landið. Men eg vil siga so mikið at man er rættiliga bláoygdur um man heldur at ikki meira fer at vera lagt atrat einum Korona passi. Tí tað er tað ið hendur í londunum rundan um okkum. 

Vit síggja jú at prikini økjast í tali, og aldursmarkið minkar. Tað at vaksinan ikki er effektiv og ófarlig sum lovað var, er líkamikið. Vaksinutokið má koyra fyri ein og hvønn prís og øll skullu við. Blussar sjúka upp? Ja so fáa tey ókoppsettu skylduna, lætt nokk. Tað verur spennandi at vita, tá ið bara koppsett eru eftur á fold, hvønn tey tá fara at gorra at og bríksla fyri at sjúka gongur. Eg kann ímynda mær at prik 3 fer at skelda prik 2 sum so fer at skelda prik 1, til so prik 32 fer at krevja prik 1-2-3 í sóttarhald.

Læknar og professarar blakað bara onkur tøl út á sjógv og hopa at tey flóta, og um tey skuldu sokkið, jamen so sær eingin tey alíkavæl. Sum til dømis at tú ert í 5 ferðir størri vanda um tú ikki ert koppsettur. Ikki brúka masku, men brúka masku alíkavæl. Vaksinan er 95-99% effektiv. Tey ókopsettu eru trupuleikin, hóast so at koppsett blíva sjúk og smitta.

Og ymsar aðrar svadir so sum “ tú hevði verið nógv sjúkari um tú ikki vart koppsettur” Ella “tú hevði verið nógv deyðari um tú ikki vart koppsettur”

Man undrast yvur um tað er úr onkrari fremmandari duldari veru teir hála hesi tøl útfrá, ella teirra egnu reyv. Tí hesi tøl samsvara ikki við tað, at nú liggja fleiri føroyingar efturá enn í fjør, hóast nærum alt landið er koppsett.

Og nær í HHH fara miðlanir at viðgera elefantin í rúminum ið eitur Pfizer!? (hann ið flennir)

Heilsan ein ósamfelagssinnaður smittuberandi trupulleiki
Gundur Streymoy