Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Varð happaður til deyðis

2019-08-06 10:24

 

Hann var ein fitttur smádrongur. Plagdi javnan at vitja okkum. Synir okkara og hann plagdu at spæla saman. Pápin var veiðumaður og mamman arbeiddi heima. Jacob var navn hansara.

Plagdi at vera við pápanum á veiðuferðum. Kláraði seg hampuliga væl, hóast hann frá barni av bar brek. Einki stórvegis, men tó soleiðis, at hann ikki, á hædd við javnaldrarnar, var førur fyri at útinna roysnisbrøgd á skí ella á vølli.

Í bygdini, millum javnaldrarnar, tyktist hetta tó ikki at vera nøkur forðing fyri at hann slapp uppí og eftir førimuni var við í leiki.

Í heimligum umhvørvi tyktist hann at trívast. MEN so kom vend í.

Á veiðuferð doyði pápin og gjørdist hann sostatt farðirloysingur bert 12 ára gamal.

Síggi hann og mammununa enn fyri mær - ein kaldan vetrardag, standandi við opna grøv og líta niður á kistuna hjá pápanum. Hetta var seinastu ferð vit sóust.

Tvey ár seinri kom eg aftur á leiðina – spurdi eftir honum og fekk tá at vita, at,nakað eftir at pápin var deyður, flutti hann og mamman í aðra bygd. Skuldi har finna sær nýggjar vinir. Hann treivst ikki, slapp ikki upp í leik , varð argaður og kendi seg einsamallan og óynsktan í hesum nýggja umhvørvi. Tað bleiv ikki betri sum tíðin leið – varð støðugt happaður. Skúlin og tey vaksnu vóru vitandi um hetta, men eingin  gav tí gætur og eingin kom honum til hjálpar. So kom seinasti dropin í glasið – og tað fleyt yvir. Bert 14 ára gamal tók hann seg av døgum – hann orkaði ikki meir! Ein sorgarleikur, sum uttan iva kundi verið fyribyrgdur, um onkur gæv honum gætur og kom honum til hjálpar.

Hann varð happaður til deyðis!

Happing er ikki eitt ókent fyribrygdi og ikki so fá munnu tey vera, sum, frá barni av, eru vorðin happað. Happing er av tí ónda! Hon súrgar tilveruna og mangan leggur hon “stein oman á byrðu”. Hon finst víða um – í heimligum umhvørvi, innan skúlans gátt, í frítíðar virksemi, í felagsskapum, á arbeiðsplássi og á skipsdekki. Happingin skerjir lívsgleðina, skapar ørkymlan og vónloysi. Ja, hon er, stutt sagt, av tí ónda!

Tíbetri er opinleikin um happing vorðin størri tey seinru árini. Innan skúlan gátt og aðrastaðnis við er hesin ágangur umrøddur og gagnlig átøk sett í verk. Tað er at fegnast um.

Eingin eigur at verða happaður – og eingin eigur at happa.

Hóast ymisk, hava vit øll, frá Skaparans hond, sama virði – og eigur tí virði hins einstaka ikki at vera mett í mun til avrik, førleika ella útsjónd.

Umráðandi er, at henda sóttin, sum til tíðir kann tykjast “óskyldug”, støðugt verður mótarbeidd og at  styrkt verður munagott um upplýsandi og fyribyrgjandi átøk .

Hetta er mær og Miðflokkinum eitt hjartamál og er hetta er nakað, sum komandi løgting/landstýrið eigur og skal leggja sær í geyma.