Vara okum fyri grikkum, sum koma við gávum

2020-05-15 09:38

 Í hesum sambandi er tað Fólkaflokkurin, sum kom við gávum. Tað var undan valinum, at himmal og jørð blivu lovað fjøldini, so at tann manngóði Fólkaflokkurin skuldi umboða fólk og teirra ynski á tingi. Nú sær hesturin, sum landið fekk í gávu, heilt øðrvísi út. Um rætt skal vera rætt, so kom ein gáva burtur úr hestinum, og tað var, at broyta fiskivinnulóggávuna við tí endamáli at geva fólksins ogn til privat vinnurekandi.

Sigast skal, at jeg var ikki samdur við lógini hjá undanfarnu samgongu, men jeg var so yvirhøvur ikki samdur við tí gávu, sum Fólkaflokkurin gav teimum fáu. Ja, tann gylti millumvegurin, um hann fanst, varð so aldri kannaður nærri.

 

Hesturin kom inn um tinggátt og út lupu fólkafloksmenn við brandi og boga at broyta fiskivinnulóggávuna. Tá alt var oyðilagt, rýmdu teir yvir hav aftur.

 

Síðan gávan varð givin, er ikki nógv hent, men tað er so eisini orsakað av trupulleikunum við farsóttini. Tó hava sovorðnir trupulleikar lyndi til at vísa tað versta og besta í menniskjum. Men fyri okum hevur tað verið eitt klokkuklárt dømi um, at samanhaldsføstu og sosialdemokratisku skipanirnar megnaðu at lofta samfelagnum. Somuleiðis at fólkið vísti samhuga og samanhald ímóti smittuvandanum.

 

Troya er brent

Nú kemur fíggjarmálaráðharrin og formaður Fólkafloksins fram og biður arbeiðsfólk innan heilsu- og umsorganarøkið, sum fara til lønarsamráðingar, at duga sær hógv. Hann staðfestur eisini, at landið er í djúpari kreppu, meðan løgmaður sigur honum mótsatt. Flokkurin, sum opnaði hoppiborgir og bjóðaði vaflur, og myndaði seg sum manngóðan, biður nú ein arbeiðsbólk, sum frammanundan hevur vánalig lønarviðurskifti og hevur staðið á hermótinum, meðan sóttin hevur herjað, um at vísa hógv.

Fyri tað fyrsta er tað ikki sømiligt, at fíggjarmálaráðharrin sigur sovorðið undan lønarsamráðingum. Tað næsta er, hvar fór manntokki fólkafloksins, sum so glæsiliga varð lýstur í valstríðnum?

 

Tað burdi verið ein sjálvfylgja, at fíggarmálaráðharrin hevur best innlit í fíggjarstøðuna í landinum og hevur faklig grundað boð at bera út til landið. Men útsagnirnar eru mótsattar teimum, sum løgmaður og onnur køn fólk siga. Jú, gamaní, land, fyritøkur og fólk koma at missa, men har er tað uppgávan hjá landinum at lofta teimum, soleiðis, at tey koma heilskapað fram, hinumegin sóttina.

 

Tað sær bara so ótespiligt út, at tann djúpa kreppan var bert ætlað fakfeløgunum og teirra samráðingum. Sanniliga síggja okur nú, hvat hesturin er, sum gávu hevur við sær. Okur blivu øll lumpað, sum fólkið í Troya á sinni varð.

 

Fakfeløgini skulu ikki kenna seg noydd at taka ímóti gávum frá Fólkaflokkinum, og fíggjarmálaráðharrin eigur at vísa teimum hógv. Og fíggjamálaráðharrin eigur at vísa landinum eina skilagóða leiðslu.

 

Jens Arni Leo Hammerfoss, Javnaðarflokkurin