Vantandi politiskar visiónir á heilsuøkinum

2015-08-22 03:29

 

Vantandi politiskar visiónir á heilsuøkinum

Eg luttók sum umboð fyri Tjóðveldi í kjaki um heilsuverkið í Runavík 20.8.

Tað var áhugavert, men eisini sera tannleyst. Kjakið snúði seg í størstan mun um fígging, og lat tað vera sagt, at uttan fígging onki heilsuverk. Men fígging einsamøll er ikki nóg mikið. Vit mugu hava eina greiða ætlan fyri, hvat heilsuverk vit vilja hava fígging til.

Eg saknaði visiónir, tankar, nýhugsan. Hvat heilsuverk ynskja vit okkum – í dag – í morgin – og um 10 ár-? Fortreytin fyri at tosa um fígging er, at vit vita, hvat heilsuverk vit ætla at gjalda fyri.

Eg ivist tó onga løtu í, at um vit spurdu fólk, um tey ynskja eitt heilsuverk á hædd við tað í okkara grannalondum, so hevði svarið verið treytaleyst “ja”.

Verturin í kjakinum royndi at fritta luttakararnar um, hvar fíggingin av øktu útreiðslunum til heilsuverkið skuldi finnast. Fleiri hildu, at fíggingin skuldi finnast á fíggjarlógini. Eg haldi, at ein partur kann finnast á fíggjarlógini, men ein partur fæst eisini við umleggingum innan heilsuverkið. Vit brúka, sum er, stórar upphæddir til konsulentar, ið koma í styttri tíðarskeið at røkja ávísar uppgávur. Vit eiga í størri mun at royna at røkja hesar funktiónir við fastsettum læknum. Eisini eru fleiri viðgerðir, ið kunnu bjóðast í Føroyum, heldur enn at senda sjúklingin av landinum.

Sambandsflokkurin førdi fram, at blokkurin úr Danmark kundi verið øktur og nýttur at dagføra okkara heilsuverk. Sum lækni havi eg regluliga samband við starvsfelagar í Danmark og hoyri tey kæra sína neyð. Danska heilsuverkið er fyri stórum avbjóðingum. Har er serlæknamangul, og tey hava trupult at manna læknastørv í útjaðaranum. Eisini eru avbjóðingar við ov vánaligum úrslitum á td krabbaøkinum samanborið við hini Norðurlondini. Nærum dagliga koma størri og minni neyðarróp frá ovbyrjaðum heilsustarvsfólki. Eisini avvarandi at sjúklingum klaga sína neyð.

Ætlar sambandsflokkurin at sami kassi (danski statskassin) skal fíggja nútímangerðina av okkara heilsuverki, tá danir sjálvir hava ríkiligt í sínum egnu trupulleikum? Tað man vera ein utopiskur dreymur, sum sambandsflokkurin roynir at fyrigykla Føroya fólki, og sum als einki hald hevur í veruleikanum. Vit skulu ikki longur aftur enn biddaraferðina hjá verandi samgongu til Danmarkar um at hækka blokkin. Har spurdist lítið annað burtur úr enn eyðmýking. Somu viðferð hevði eitt ynski havt um øktan stuðul til sjúkrahúsverkið. Danir fara ikki at lata okkum fáa meiri pening til eitt øki, sum bløðir hjá teimum sjálvum, so bláoygd mugu vit ikki vera.

 

Vit fáa javnan at vita, hvussu nógv størri tøka BTÚ er fyri hvønn íbúgva í Føroyum í mun til í í Danmark. Munnu ikki danir sita inni við hesi vitan eisini?

 

Um vit hugsa okkum dømið, at danski kassin skal gjalda, er tað so ikki rímiligt at hugsa víðari, at danski kassin so eisini vil valda? Í míni verð hongur gjald og vald saman,

Hugsa vit enn víðari, so er lætt at ímynda sær, hvat eitt tílíkt upplegg kundi havt við sær fyri føroyska heilsuverkið. Smærri sjúkrahúsini í Danmark hava verið niðurlagaðfyri at savna orkuna í sokallaðu ’super-sjúkrahúsum’. Tá danir hava nýtt henda leist hjá sær sjálvum, er jú als ikki óhugsandi, at teir kundu nýtt somu framferð her!

Ein sera stór avbjóðing í danska heilsuverkinum hevur seinni árini verið innføringin av eini trygdar- og dygdarskipan , sum hevur tikið stóra orku frá sjúklingunum til skriviborðsarbeiði. Eisini sokallaða ’akkrediteringin’, sum heilt víst hevur nógv gott við sær, er rættiliga útskeldað av nógvum pørtum av heilsustarvsfólkum.

 

Hví ikki nýta høvið at dagføra heilsuverkið eftir einum føroyskum leisti? Føroyskar loysnir, eisini á heilsuøkinum!

Við eini greiðari politiskari langtíðarætlan fyri føroyska heilsuverkinum eru vit væl á veg!

Vit hava eitt sera stórt tilfeingi at arbeiða við. Vit hava eitt sera vælútbúgvið fólk. Okkara sjúkrarøktarfrøðingar eru sera dugnaligar og fleiri teirra hava serútbúgvingar afturat vanligu útbúgvingini. Sera nógvir føroyingar eru læknalesandi (í 2014 96), og tó at fleiri teirra eftir loknan lestur ikki starvast í Føroyum, vísti ein kanning nýliga millum læknalesandi í Keypmannahavn, at ein triðingur teirra ætla aftur til Føroya eftir loknan lestur. Sama kanning vísti eisini á tiltøk, ið kundu økja um møguleikan at fáa fleiri av hesum fólkunum at starvast í Føroyum seinni. Sostatt sær framtíðin sera lovandi út. Vit hava tilfeingið, okkum tørva eina langtíðarhaldbara politiska ætlan fyri føroyska heilsuverkinum. Eina yvirskipaða ætlan! Sum tekur atlit til, at vit búgva í Føroyum, við teimum landafrøðiligu avbjóðingunum tað inniber, bæði innan landoddarnar og í sambandi við sjúkraflutning av skipi til lands, og úr Føroyum í onnur lond.

Ein tílík ætlan hevði, um politisk undirtøka var fyri at ’langtíðartryggja’ hana , kunnað skapt tryggari karmar fyri heilsuverkið. Tryggari karmar fyri starvsfólkið í heilsuverkinum. Og tað, ið hevur allarstørstan týdning, tryggari karmar fyri føroysku sjúklingarnar og teirra avvarandi.

 

Hetta loysa vit saman

 

Katrin Kallsberg

Tjóðveldi