Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Vandamikið eiturevni í frukt úr Spania

2019-08-14 11:58

Kanningar á Syddansk Universitet og Odense Universitetssjúkrahúsinum, og í samstarvi við Forskningsenheden for Børn- og Ungepsykiatri, vísa greiðar ábendingar at kvinnur við barni, ið eta citrusfruktir frá Spania, fáa børn, ið eru í stórum vanda at fáa ADHD eyðkenni í aldrinum frá 2-4 ár.
Granskingararbeiðið er m.a. gjørt av Lousie Dalsager á deildini fyri umhvørvisheiluvág á Syddansk Universitet, er kunngjørt í vísindaliga tíðarritinum Environmental Research, og sigur í stuttum frá niðurstøðu grundað hagtøl frá 948 kvinnum við barni, ið fingu kannað teirra land (urin) fyri innihald av insekteiturevnum, og annars fylgdu upp á vøkstur og menning hjá børnunum inntil teirra 18-árta aldur, at tað í 90% av kanningunum kundi ávísast ymisk insekteiturevni í bólkinum nevndur Pyretroidir og her serstakt evnið Chlorpyrifos. Staðfest varð at størri nøgdin var av pyretroidum, tess fleiri ADHD eyðkenni høvdu børnini. Og størri nøgdin var av evninum Chlorpyrifos tess meira vísti seg ADHD eyðkenni at verða.
Granskarar vóru heldur ovfarnir tí nøgdinar av hesum insekteiturevnum vóru ikki serstakt stórar, tó at neiligu og heilsuskaðiligu árinini allíkavæl kundu ávísast.

Evnið Chlorpyrifos hevur aldrtin verið loyvt at nýta í frukt og grønmetisframleiðslu í Danmark, og langt flestu ES lond hava eisini forboð móti at brúka evnið – tó at Spania enn nýtir tað til frukt sum appelsinir, citrónir, mandarin og clementinir, víndrúur o.a.

Í okkara matvøruhandlum – m.a. Føroya Keypssamtøka og Miklagarður eru hesar vørur at finna í rúgvuvís, og allarhelst finnast tær eisini í øllum øðrum handlum.

ES matvørustovnurin EFSA hevur avgjørt at Chlorpyrifos verður bannað frá 2020, og danski matvøruráðharrin Anders Jensen hevur boðað frá, at hann vil hava eitt forboð skjótast til ber.

Dansku matvørusamtøkini COOP, Rema 1000 boða frá at tey ynska eina nul-toleransu og taka undir við matvøruráðharranum, meðan Salling Group boðar frá at tey seta eyðablikkiligt forboð at selja hesar vørur.

Evnið Chlorpyrifos er insekt nervaeiturevni innan bólkin Pyrotroidir, og verða onnur slík eiturevni sum t.d. Deltametrin brúkt her í landinum innan havbúnaðin.

Kunning frá okkara matvørueftueftiti, Heilsufrøðilu Starvsstovuni, sæst ikki nakrar staðir, at fólk eiga at ansa sær at keypa citrusfruktir úr Spania, og helst einans keypa vistfrøðiliga framleiðslu fyri at verja móti skaðaárinum.
Okkara matvøruráðharri, Poul Mikkelsen, er allarhelst ikki kunnaður um hetta álvarsmál, og kann tí vónast at hann fær neyðugu kunning frá matvørueftirlitinum.

Ingin orsøk er at halda áfram at loyva sølu av heilsuvandamiklari frukt úr Spania, so vónandi kann Poul Mikkelsen fáa eitt forboð at galda sum skjótast.

https://www.dr.dk/nyheder/indland/sproejtemidler-under-graviditeten-kan-oege-risikoen-adhd-symptomer-hos-boern

https://www.dr.dk/nyheder/penge/foedevaremyndighed-frygtet-sproejtegift-skader-boerns-udvikling-og-skal-forbydes

Kári Thomsen