Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Valið er títt!

2022-06-28 08:56

Góðu pisur

Hetta er ein stór løta, vit eru samlaði um her í dag. Hetta er dagurin, sum tit so leingi hava bíða eftir, tá tit við húgvu á høvdi fáa prógv í hendi.

At vera komin her til er eitt stórt avrik, sum avgjørt ikki kemur av sær sjálvum. Tað er nakað sum krevur bæði áræði og úthaldni. At tit eftir trý ára arbeiði eru komin yvirum hesa gáttina, er nakað, sum tit skulu vera stolt av. So hjartaliga til lukku við tykkara flotta avriki.

Hóast hesin dagurin avgjørt er størstur fyri tykkum og familju tykkara, so er hetta eisini ein tíð, sum er nakað heilt sjáldsamt fyri meg. Tað eru nevniliga 10 ár síðan, at eg sjálvur stóð sum ein tykkara, saman við 16 av mínum táverandi floksfeløgum. Vit vóru fleiri sum byrjaðu í flokki saman, men tað vóru ikki øll, sum hildu við til endan. Summi duttu frá, og satt at siga, hevði eg sjálvur væntað at verið ein teirra. Tað hildu summir av lærarunum eisini, tí á fyrsta ári á HT megnaðu eg og ein floksfelagi at seta nýtt met í tekniskari skúlasøgu. Vit vóru nevniliga teir fyrstu at dumpa Lívfrøði C, og hvat Evnafrøði, Alisfrøði og Støddfrøði viðvíkti, vóru útlitini heldur ikki ov góð.

Vit vóru báðir málslingar, sum av einum vali í fólkaskúlanum høvdu kritað okkum á eina leið, sum hvørki hóskaðu seg til tað, sum hevði okkara áhuga, ella tey fakligu økir, har vit kendu okkum stinnar. Helst var hetta tí at valið í fólkaskúlanum varð tikið í blindum. 14 – 15 ára gomlum næmingum, sum ikki trivust í skúlanum og foreldrum, sum ikki kendu útbúgvingarskipanina nóg væl, til at kunna taka tað skynsama og møguleikaskapandi valið.

So her kann sigast, at kunningin og vegleiðingin haltaði.

Tá ið vit so skuldu søkja inn á miðnám, var møguleikin at fara tann málsliga vegin ikki til staðar. Vit kundu velja ímillum matematiska- handilsliga-, ella tekniska miðnámsútbúgving.

Tá ið valið stóð millum hesi, var ongin ivi. Tekniski skúli hevði eitt breitt úrval av vallærugreinum í boði, sum gjørdi, at vit kundu snikka okkara lærugreinir somikið, at okkurt gott hóast alt kundi koma burturúr. Hóast vit kendu okkum fremmandar í tí tekniska og náttúruvísindaliga, var trivnaðurin her á staðnum so mikið góður, at vit ikki ynsktu at skifta leið, sjálvt um vit høvdu fingið hetta bjóða, eftir at nakað var ligið av øðrum ári. Heldur valdu vit at fáa sum best burturúr og at gera útbúgvingina so hug- og samfelagsrættaða sum gjørligt.

Knossutt, men støðugt, komu vit tó um gáttina, og tá ið alt kom til alt, var tað heldur ikki við teimum ringastu úrslitunum, sum kom heldur óvart á.

Lærdómurin her var tann, at hóast vit vóru vísir í, at vit høvdu tikið eitt skeivt val, so bar til at fáa sum best burturúr tí støðuni vit vóru í – ein lærdómur, sum fyri meg eisini hevur gjørt seg galdandi víðari á míni útbúgvingarferð.

Góðu pisur

Valini, sum vit taka, óansæð hvar á leiðini tað er, skepla okkum og okkara framtíðar møguleikar. Í einum alsamt harmoniseraðum altjóða útbúgvingarheimi, gerast valini fleiri og fleiri. Atgongd til skúlar og universitetir í so at siga øllum heiminum, er tað privlegiið, sum tit hava fingið við tykkara prógvi. Møguleikarnir eru blivnir so nógvir, at teir onkursvegna tykjast ótroyttiligir.

Men vavið av øllum møguleikunum hevur eina baksíðu. Tað ger tað torført at skapa sær eitt yvirlit yvir tær mongu møguleikarnir, sum fyriliggja. Við so nógvum rættningum at velja burturav, gerst gjøgnumskygnið alsamt trengri. Tað at skula velja ímillum allar hesar útbúgvingarleiðirnar er ikki hissini ábyrgd, sum verður skapt, og sum tit beinleiðis ella óbeinleiðis skulu fyrihalda tykkum til. Óansæð, so er tað ikki lætt.

Gamaní, summi tykkara hava helst longu søkt inn á onkran skúla, í Føroyum ella uttanlands, og skulu nú gera tykkum til reiðar at taka næsta stigið. Onnur vita kanska hvat tey vilja, men ætla sær ikki víðari enn. Tað at vita hvat man ætlar sær, er ein gáva, tí tá er lættari at taka eina avgerð og at seta sær mál.

Men har eru helst eisini fleiri av tykkum, sum ivast, og ikki vita hvat tit skulu. Kenna tit tykkum aftur í hesum, so eru tit sanniliga ikki einsamøll, tí hesum er onki løgið í. Tað er hóast alt ein stór avgerð, sum skal takast, tá ið útbúgvingarkósin verður sett. Ein avgerð, sum ofta kann tykjast altavgerandi.

Óansæð hvat tit velja, um tit vita hvat tit ætla ella ikki, so hevur valið altíð eitt blint element, sum avmarkar tykkum í væl grundaðu avgerðini – tí skynsama valinum. Tað besta tit kunnu gera, er at granska í tykkum sjálvum, og at leita tykkum kunning á teimum pallum, har kunning er at finna. Tit vita kanska longu, hvat tað er, sum tit ikki tíma, og kanska enntá hvat tað er, sum fangar tykkara áhuga – um so er, er tað eitt stórt fet á leiðini. Men um tit enn eru í iva, so er góð hjálp at heinta hjá lestrarvegleiðarum á skúlanum ella á Vegleiðingastovuni.

Hesi eru sett í heimin til at hjálpa tykkum at fáa greiði á spurningum sum hesum.

Men vísir tað seg verða trupult at taka hesa avgerð, so steðga á. Alt nýtist ikki altíð at ganga við tí rúkandi ferð. Tað er í lagi at steðga eina stund, ella at velja sær aðrar leiðir – at umbestemma seg – eisini um tað er frá nøkrum, sum tit altíð hava ætlað tykkum at lisið.

Skuldi tað verið, at tit enda á einari hill, har tit ikki kenna tykkum heima, so seti tíð av at reflektera um støðuna. Tað kann verða, at tað rætta fyri júst teg, er at skifta leið. Tað kann eisini verða, at tit heldur skulu fáa sum best burturúr støðuni, við at vinkla tykkara útbúgving móti tí, sum fangar tykkara áhuga. Gera tit tað, so eru góðir møguleikar fyri at skifta yvirbygnað til eitt evni, sum tit meta vera betri hóskandi fyri tykkum.

Tað er ilt at siga, hvat er rætt er at velja fyri júst tann einstaka. Tað kunnu verða so nógv atlit, sum gera, at vit velja júst tað vit gera. Eitthvørt tilval er eitt frával, verður sagt, men við óendaligum valmøguleikum, kann tað tykjast sum frávalini eisini eru óendalig. Í síðsta enda er tað einans tit sjálvi, sum kunnu koma til hetta svarið.

Nei, tað er ikki altíð so greitt, hvat vit skulu og so slett ikki hvar vit enda. Royna vit at hyggja fram í tíðina, kunnu vit einans gera so við okkara ímyndum, ynskjum og málum, sum einans liva í okkara høvdi, og sum eru fevnd av einari stórari óvissu. Um vit síðan royna at líta aftur í tíðina, so kenna vit slóðina vit hava gingið. Hyggja vit tá leingi og væl, kunnu vit kanska forklára nakað av tí, sum hevur ført okkum fram á leið, men varnast samstundis eisini, at tilvildin eigur sín rúma leiklut.

Valið, sum í hugaheiminum er so týdningarmikið, er bert ein kós, sum vit seta, og tað er ikki eitt einstakt val, sum definerar okkum með alla. Tilvildin broytir og flytir okkum, summar tíðir ein fyrimunur, aðrar tíðir ein vansi. Vit kunnu einans stýra eftir førimuni, og vera ongantíð fullkomnir harrar yvir lagnu okkara, hóast vit kunnu ávirka leiðina.

Góðu pisur.

Tit standa nú við eitt vegamót. Tit enda tykkara teknisku eksamiu, og fara skjótt hvør sína leið. Tað er sorgblítt at hugsa sær, at hesi fólkini, sum tit hava brúkt so nógva tíð saman við, nú ikki verða partur av tykkara gerandisdegi. Men stúri ikki, tit møta teimum aftur á leiðini.

Hesar dagarnar vóni eg, at tit øll somul seta tykkum tíð av til at feira tykkum sjálvi, tí hetta hava tit uppiborið og hetta hevur alstóran týdning. Tað kemur ikki av ongum, at vit hátíðarhalda tær stóru løturnar og tey stóru avrikini. Vit gera tað, fyri at markera skiftistíðirnar, har vit flyta okkum frá einum tíðarmóti til annað. Hesi tíðarskeið festa seg í hugaheim okkara, og gerast ein týdningarmikil partur av tí slóðini, sum vit leggja eftir okkum, og gerast partur av okkara søgu og sjálvsfatan.

Skeiðið, sum tit hesar dagar leggja afturum tykkum, verður og fer altíð at verða tíðin “tá ið tit gingu á Tekniska Skúla í Klaksvík.”

Takk fyri og enn einaferð til lukku.