Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Valevnir

2019-08-08 19:37

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis er í sær sjálvum ein reaktión uppá atgerðarloysi í politisku skipanini.

Vit vilja hervið bjóða tær at blíva hoyrd/ur.

Tað eru uttan iva nógv fólk, ið ikki meta at vit, fólkið, verður hoyrt. Men her hava tit møguleikan við Framtakinum. Ert tú samd/ur í, at kannabis sum heilivágur skal verða til øll ið hava tørv á tí, og ikki bara kronisk sjúk? Ert tú samdur í, at samfelagið heldur skal hjálpa enn at straffa kannabisbrúkarar? Hevur tú okkurt tú heldur, at politikarar og journalistar skulu hoyra? So ert tú meira enn vælkomin at stilla upp við okkum. Tá fært tú talutíð og verður hoyrd/ur. 

Pláss er fyri 43 valevnum á listanum. Ver ikki smæðin, men traðka fram! Tá hevur tú gjørt eina stak góða gerð.


Vinarliga

 Framtakið fyri rættinum at velja kannabis.