Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Valevni fyri Sambandsflokkin til Løgtingsvalið

2019-07-06 21:36

Samhald hevur víst mær tað álit aftur hesa ferð at stilla meg upp til Løgtingsvalið.

Tað geri eg við gleði, og eri sera spent upp á tíðina sum er fyri framman.

Her eru nøkur av mínum mongu hjartamálum

  • Vinnan skal hava tryggar, stabilar og kappingarførarkarmar at virka undir

  • Sterkt heilsu- og almannaverk í tøttum samstarvi í ríkisfelagsskapinum

  • Bestur karmar innan serøkini, íroknað bústaðarmøguleikar

  • Fjølbroyttir íbúðarmøguleikar til allar málbólkar

  • Útnytta grøna orku har møguleiki er fyri tí.

  • Bestu útbúgvingarmøguleikar til okkara ungdóm, bæði í Føroyum og aðra staðni.

  • Viðgerðartrygd til allar føroyingar

  • CPR-nr, sum ger tað lættari at virka í øllum ríkisfelagsskapinum, t.d. í útbúgvingar- og sjúkraørindum

  • Fiskivinnuskipanin má endurskoðast. Uppboðssøla av fiskirættindum kann ikki brúkast

  • Tryggan búskap - prístalsregulering av ríksiveitingini, størri játtan til vælferðartænastur

  • Góðar karmar til felagsskapir, t.d. Kris, Provita, Herbergið og aðrar, so teir hava enn betri møguleika at virka til stórt gagn fyri tey menniskju, sum hava brúk fyri hjálp og teirra familjur

Eg brenni fyri at gera mun politiskt og um eg fái møguleika, vil arbeiða hart fyri at skapa tryggar karmar, bæði vinnuliga, sosialt og fíggjarliga, og reka ein framtaksfúsan politik á kristiligum mentanarstøði.

Edva Jacobsen, valevni til Løgtingi fyri Sambandsflokkin