Val er í hondum.

2012-11-13 17:43
Fari at heita inniliga á tykkum øll, um at fara fjølment á val og seta eitt sterkt Tjóðveldi inn í býráði. Eitt sterkt Tjóðveldi er garantur fyri, at framtíðar samfelag okkara gongur røttu leið, móti einum samhaldsføstum felagsskapi. Einum samfelagi, sum er sjálvbjargi og við sjálvberandi búskapi, har fólkaræði er hægsta ideal.

Hetta er í grundsjónarmiðini hjá Tjóðveldi. So góði borgari og veljari her í Tórshavnar kommunu, men eisini kring landið. Um tú kennir hesi sjónarmið aftur frá tær sjálvum, so tak teg sjálvan við til títt valstað, og set ein X við lista E.

Eg kann og vil ikki, lova gull og grønar skógir, men eg kann lova, at hetta er leisturin, sum Tjóðveldi og Tjóðveldisvalevni arbeiða eftir, til eina og hvørja tíð. Tað er sikkurt!

Gott val, øll somul

Sámal Ímundarsson, valevni Tjóðveldis