Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Vaksnamannaútbúgving – vegleiðing, førleikameting, førleikamenning og eftirútbúgving.

2015-08-29 22:17

Vaksnamannaútbúgving

At menna og útbúgva okkara fólk er tí tann besta íløgan, vit kunnu gera, og avkastið er nógv størri, enn vit kunnu ímynda okkum. Týdningarmesta tilfeingið hjá teirri frælsu tjóðini eru føroyingar og onnur, sum velja at búgva og virka her.Framsókn virkar fyri eini lívslangari menning og læring og saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum skulu avvarðandi myndugleikar menna eina Vaksnamannaútbúgvingarskipan (VÚ).  Fólk, sum fara ígjøgnum eina mennandi VÚ mannagongd og gerast sjálvbjargin, elva til tað, sum samfelagsvísindini kalla lívsvirðisvøkstur. Tað merkir, at allir partar vinna búskaparliga við tilgongdini.

Í vár legði Framsókn fram uppskot til samtyktar um at seta á stovn og menna eina tílíka skipan og fer flokkurin framhaldandi at arbeiða við at fremja í verki hetta arbeiði. Ein føroysk vaksnamannaútbúgving skal skipast eftir grundregluni um ta lívslongu læringina og skal eisini fevna um atgongd til eina støðuga førleikamenning.

Vegleiðing

Allir føroyingar skulu uttan mun til byrjunarstøði hava høvi til at útbúgva og menna seg. Ein óundansleppandi fortreyt fyri at seta í verk og útinna lívslanga læring er ein væl skipað vegleiðingarskipan – ein sokallað lívslong vegleiðing. Mong lond hava gjørt eina miðvísa strategi fyri lívslanga vegleiðing. Hetta áttu vit veruliga at gjørt í Føroyum skjótast møguligt fyri at stuðla gongdini við førleikameting og vaksnamannaútbúgving.

Førleikameting

Ein týdningarmikil táttur í hesum er, at vit hava eina holla førleikameting, sum virðismetir førleikar og royndir hjá øllum føroyingum og nýkomnum borgarum, eisini har tey ikki eru endurspeglað í formligum prógvum. Vegleiðarar og onnur fakfólk, sum skulu gera hesa førleikameting, skulu skúlast til at gera eitt dygdargott arbeiði við hesum týdningarmikla amboði.

Eftirútbúgving

Ein av fortreytunum fyri, at vit hava eina greiða og regluliga felags skipan fyri eftirútbúgvingarmøguleikar í Føroyum, er, at vit framhaldandi at styrkja hægri lestur og gransking, bæði hvat játtanum og ymsum samstørvum viðvíkur. Fróðskaparsetur Føroya skal hava eina stabila og hóskandi játtan, sum tryggjar eina støðuga menning av øllum akademiskum stigum – bæði BA, MA/Kandidat og PHD/gransking. Setrið er grundvøllurin, sum vit byggja okkara eftirútbúgvingarskipan á og út frá. Eitt grundleggjandi mál, vit eiga at seta okkum, er, at vit bjóða fjølbroytta eftirútbúgving á øllum teimum útbúgvingunum, sum setrið bjóðar. Hesi eftirútbúgvingartilboð kunnu skipast í samstarvi við heilsuøkið, almannaverkið, skúlaskipanina, barnaansingarøkið v.m. tvs. tey øki, sum í dag royna at eftirútbúgva síni starvsfólk eftir førimuni. Týdningarmikið er, at vit seta okkum greið mál fyri eftirútbúgving – tílíkar raðfestingar eyðkenna eitt framkomið og vællært fólk!

Vel eina kós, har vit gagnnýta føroyskar førleikar á besta hátt!

Hanna Jensen

Framsókn