Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Vakmyndatól

2022-05-04 07:28

Tosað verður um at seta vakmyndatól upp í býnum. 

Eg haldi at vakmyndatól heldur áttu at verði uppsett har landsstýrið heldur til, fyri at vita hvat gongur fyri seg har, tí har verður als ikki stýrt so at ein endi kann fáast á óskilinum í býnum. Ungdómurin hevur nærmast fría atgongd til vandamikil rúsevni. Hví loyvir landsstýrið hesum? Hvat hugsa tit fyri tykkum? 

Tit nýta milliónir, 10 tals milliónir, 100 tals milliónir og milliardir uppá slíkt sum lítlan og ongan týdning hevur, og nýta lítlan og ongan pening uppá at forða fyri at rúsevni koma inn í landið? Sigi mær, halda tit at tit hava stýrt væl í hesum føri? Eg kann svara fyri tykkum; Nei tað hava tit als ikki. 

Nú er tíð hjá tykkum at gera okkurt við hesa støðu, og um tit ikki gera tað, er tíð hjá tykkum at fara frá. Eg haldi at hvørja ferð vit hava nakað álvarsmál í býnum, eigur ein av tykkum at verða handtikin, til restin av tykkum finnur út av at gera nakað munagott hesum viðvíkjandi. 

Bæði við fiskiskipum og handilsskipum verða innflutt nógv vandamikil rúsevni, men mær vitandi er nærmast einki eftirlit við hesum.

Birgir Jakobsen