Vælferðin, ein spurningur um orku.

2012-11-12 05:37

Útboði og kostnaður av orku, er ein av stóru vansunum fyri land og fólk. Ikki bert her hjá okkum, men í øllum heiminum í dag. Okkara vælferð er beinleiðis knýtt at, veitingini av bíligari orku.

Tað er soleiðis, at fara vit nóg langt aftur í tíðina, so var lívið hart og vinningurin var tað, ein maður ella kvinna kláraði, at framleiða við egnum kroppi. Vit duga væl at finna upp á, og skjótt fóru vit at nýta orka frá djórum, til at velta markirnar og til flutning. Vatnkraft var nýtt til at mala korni og vindkraft til at flyta skip.

Tað gekk betur og menniskjuni høvdu betur yvirskot til at liva og skapa list, tónleik, vísind, filosofi o.s.fr. Men enn var man heftur av, at natúran veitti orku. Lívi lagaði seg eftir natúruni og hennara svikaliga lyndi.

Eitt tað størsta framtaki í heimssøguni var ídnaðarkollveltingin. Loysnin var kol og maskinur, sum fleirfaldaði framleiðsluna av vørum. Fabrikkirnar kundi nú goyma orku og nýta hana, ta ið framleiðslan kravdi tað. Nú gekk betur enn nakrantíð og yvirskot var nú til sosialar skipanir, betri arbeiðstíðir, trygd á arbeiðsplássum, vanlukkutryggingar og organisering av arbeiðarum o.s.fr.

Síðani tá, eru vit komin langt fram á leið, við at stýra orkunýtsluni. Hetta gevur eitt stórt yvirskot, til at liva trygt og væl, men......hóttafall kann koma á okkum.

Oljan stendur fyri nógv størsta partinum, av okkara orkunýtslu. Oljan er umbiðin av 7 milliardum privatum brúkarum, afturat kemur lætt- og tungídnaður, flutningsvinna o.m.a.    

Um veitingin av orku svíkur, so ferð kostnaðurin upp beinanvegin. Hetta gevur vinnuni og almenna geiranum stórar trupulleikar.

Stórsti partur av okkara orku kemur frá olju. SEV og aðrir arbeiði miðvíst við at gera FO óheft av olju. Vatn- og vindorka er innsatsøki í løtuni, men her kann eisini nevnast sjó- og jarðarhiti, streym-, aldu- og sólorka. Tað er ikki nokk at nýta alternativa orku. Orkan má eisini viðfarast skynsamt við at bjálva væl, endurnýtslu og stýring av orkubrúki.

Vit hava sæð avleiðingarnar av oljuskamtan við oljukreppuni í `73 og `79. Vit hava sæð órógv á oljumarknaðinum vegna kríggj og terrorismu. Í 2007 og 08 fór oljan knappliga næstan 50 % upp til stóran ampa fyri vinnuna og privata húsarhaldi. Grundin var tá liberala hugskotið við at keypa rættin til at keypa olju.

Tí er tað av alstórum týdningi, at kommunan setur á stovn eina deild, sum burturav arbeiðir við, at gera okkum óheft av olju. At hendan deildin fær umstøður og fígging, til at gera eitt munagott arbeiði. Týdningurin av eini slíkari deild má og skal ikki undirmetast.

Sámal Ímundarsson, valevni Tjóðveldis