Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fólkaflokkurin

Uttan starvsfólk er onki heilsuverk!

2019-08-28 12:28

Vit vilja áhaldandi menna okkara føroyska heilsuverk. Tað gera vit bert, um vit samstundis raðfesta starvsfólkini, sum eru tey, sum bera okkara heilsuverki uppi.

Í okkara valskrá staðfesta vit at:

Ein avgerandi fyritreyt fyri at veita heilsutænastur á hægsta stigi er at skapa allarbestu karmar til heilsufakligu starvsfólkini.

Tí má politiska skipanin tora at raðfesta útbúgvingar á heilsuøkinum meira enn í dag, umframt at gera arbeiðsumstøðurnar betri.

Seinastu árini hava vit fingið fleiri serlæknar til sjúkrahúsverkið í Føroyum. Hetta ger, at tað eru fleiri sjúklingar, sum fáa skjóta viðgerð í Føroyum, umframt at fleiri fáa viðgerð her heima, sum tey annars máttu uttanlanda fyri at fáa. Arbeiði við at menna serlæknaøkið má halda á, um vit skulu hava eitt enn betri heilsuverk.

Men - serlæknin mennir ikki heilsuverkið einsamallur.

Í heilsuverkinum starvast nógvir fakbólkar og allir hava teir eina týdningarmikla uppgávu, sum ger, at tú kanst fáa trygga og dygdargóða sjúkra- og heilsurøkt, tá tú hevur tørv á tí.

Vit vita t.d., at fyri hvørja serlæknafunktión er avleidd arbeiðstyngd til fleiri onnur starvsfólk, og hóast, at talið av serlæknum er vaksið, umframt at virksemið er vaksið, so er talið av starvsfólkum ikki vaksið samsvarandi.

Tí er arbeiðstyngdin hjá hvørjum einasta starvsfólkið økt.

Økta arbeiðstyngdin hjá t.d. sjúkrarøktarfrøðingunum ger, at tíðin til sjúklingin er stytt. Vit vita frá kanningum uttanlanda, at økta arbeiðstyngdin og manglandi tíð hevur beinleiðis ávirkan á øking av feilum sum henda í heilsuverkinum. Somuleiðis er mangul uppá sjúkrarøktarfrøðingar orsøk til øktan deyðstíttleika.

Skulu vit fyribyrgja feilum má normeringin av sjúkrarøktarfrøðingum økjast samsvarandi økta virksemið seinastu árini.

Í dag er miðalaldurin á sjúkrarøktarfrøðingum knapt 50 ár. Um vit ikki raðfesta útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing og gera arbeiðsumstøðurnar soleiðis, at hesi støðast í heilsuverkinum, so verður trotið av sjúkrarøktarfrøðingum stórt um ikki so nógv ár.

Hetta kann gerast til eina “tikkandi bumbu” undir okkara vælferðarsamfelagið.

Tað verða í dag tikin 30 lesandi inn á Setrið til Bs.c. í Sjúkrarøktarfrøði. Tølini vísa, at bert áleið 75% av teimum gjøgnumføra útbúgvingina, so hóast upptøkan er økt fáa vit ikki eitt samsvarandi tal av sjúkrarøktarfrøðingum útaftur á arbeiðsmarknaðin.

Vit mugu tí tora, at raðfesta útbúgvingar sum t.d. sjúkrarøktarfrøði, sum føroyska samfelagið hevur brúk fyri. Okkara framtíðar heilsuverk tørvar fleiri útbúgvin starvsfólk. Uttan hesi er onki heilsuverk.

Hvør einasta serlæknafunktión økir samsvarandi um tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum við serútbúgving, men fyri tey, sum ikki hava útbúgving sum bachelor, er serútbúgving ikki ein møguleiki longur. Hetta kemst av, at Fróðskaparsetrið hevur niðurlagt ískoytisútbúgvingina til Bs.c. í Sjúkrarøktarfrøði í 2018.

Vit eiga at nágreina hvussu stórur tørvurin er og raðfesta soleiðis, at øll hava møguleika fyri at eftir- og serútbúgva seg innan tey økir, sum føroyska heilsuverkinum tørvar.

Vit mugu tora og arbeiða fyri, at arbeiðsumstøðurnar, møguleiki fyri útbúgving og møguleiki fyri fakligari menning gerast betri, so vit fáa fleiri starvsfólk at velja føroyska heilsuverkið framum annað arbeiði her heima og uttanlanda. Hetta er lívsneyðugt um vit vilja eitt trygt og enn betri føroyskt heilsuverk.

Eg tori og vil arbeiða fyri hesum, um tú gevur mær møguleika fyri tí.

Ingvør Justinussen - Valevni fyri Fólkaflokkin