Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Uttan hugsjónir eru vit onki!

2019-06-03 10:18

Fólkatingsvalið er eitt hugsjónarligt val. Tí at tað snýr seg um, hvør umboðar fólkið og tjóðina best. Hvørjari hugsjón kennir tú teg aftur í og hvør hugsjón endurspeglar tað bjartskygni og framburð, sum vit síggja allastaðni í føroyska samfelagnum.

Valið stendur ímillum at velja eitt umboð, sum altíð velur Føroyar fyrst, og sum trýr á okkara egnu mátt og megi, ella eitt umboð, sum hevur sum aðalmál at bidda pengar og binda seg niður sum stuðul hjá antin Mette ella Lars.

Vit mugu veruliga vera á varðhaldi fyri teimum røddum, sum royna at drena alla hugsjón úr politiska kjakinum. Tí at tað er júst í spenninum millum tær ymisku hugsjónirnar, at politisku stríðið skal standa. Og tað er samstundis hetta, ið eggjar fólki til at luttaka og at taka støðu til, hvat tey meta vera best fyri fólk og tjóð.

Eg eri politikkari, tí at eg vil fremja grundleggandi samfelagsbroytingar. Tað má verða tað, sum drívur verkið. Hugsjónin um eitt frælst og javnt samfelag, har vit taka fulla ábygrd av bæði landi og hvørjum øðrum, er berandi í øllum tí, eg geri.

Politikkur, sum er rótfestur í eini hugsjón, fremur broytingar. Meðan politikkur uttan hugsjónir er rein umsiting, og broytir onki. Øll frambrot í Føroyum eru sprotin úr hugsjónarfólkum, sum hava lagt nógv fyri at broyta og betra okkara samfelag.

Stór ábyrgd hvílir á okkum politikkarum at fremja úrslit, tí at tað er nú einaferð tað, vit eru sett í heimin til. Men vit kunnu ikki leggja hugsjónarliga kumpassið frá okkum í stríðnum at náa hesum úrslitum. Tí at úrsltini mugu verða rótfest í nøkrum grundleggjandi virðum.

Vit føroyingar ganga fram í øllum lutum og prógva hvønn einasta dag, at vit kunnu gott. Tí er tað óvirðiligt at brúka ein fólkatingssess til at fáa onnur at gjalda fyri okkum, og at halda fast í, at Danmark er betri egnað at umboða okkara sjónarmið, enn vit sjálvi eru.

Vit mugu vilja meira, tí at vit kunnu meira.

Vel tí eina hugsjónarliga frælsisrødd á Fólkating 5. juni.

Sonja Jógvandóttir, valevni til fólkatingsvalið fyri Tjóðveld