Útlendsk arbeiðsfólk eru eisini menniskju.

2019-08-08 12:18


Tað er ein háðan móti tí stríðið, sum verkafólk og fakfeløg hava vunnið okum, at útlendsk arbeiðsfólk og handverkarar verða viðfarin sum annan floks borgarar, sum liva í Føroyskum fátækrabýlingum. Skommin liggur hjá teimum, ið misnýta støðu sína, har hol í lógum, reglugerðum og øðrum loyva teimum tað. Men skommin er eisini hjá okum, sum ikki hava fylgt við og broytt reglurnar til tað betra.


Fyri at siga tað beinanvegin, so eru ynskini frá Vinnuhúsinum og arbeiðsgevaranum, har mælt verður til, at markið á 3,5% í arbeiðsloysi fyri at innflyta arbeiðsmegi verður tikið burtur. Somuleiðis, at forhondsgóðkenningin verður galdandi yvirhøvur við ES og ikki ES borgarar, og tað er púrasta burturvið. Um nakað vilja hesi ynski økja um ringu støðuna og skapa enn fleiri trupulleikar. Hetta vísur okum, at henda ósømiliga støðan er gerandiskostur fyri arbeiðsgevaran og vinnuna.


Eftir at hava gjøgnumgingið frágreiðingina, sum tey 13 fakfeløgini hava bílagt, er opinlýst, at trupulleikin má loysast sum skjótast. Og trupulleikin skal broytast politiskt.


Lógir og reglugerðir dagførast

Fleiri reglur í útlendingalógini mugu broytast, ella nýggjar verða lagdar afturat, so okur fáa tryggjað gjøgnumskygni, eftirlit og at krøv verða hildin. Verði jeg valdur, vil jeg arbeiða fyri at:

- Montørreglan má endurskoðast. Her kanst tú innflyta arbeiðsmegi til at seta maskinur o.a. upp uttan arbeiðsloyvi. Hetta verður bæði misnýtt og brúkt sum hol til at innflyta ófaklærd.


- Ein roynd til at eftirmeta útbúgvingar og førleikar má eisini setast í verk – líknandi skipan finst í Noregi, har útlendskir handverkarar mugu upp í eini roynd at prógva sínir førleikar. Trupulleikin í løtini er, at ófaklærd verða góðkendir sum handverkarar.


- Lógin má endurskoðast soleiðis, at førleikar og útbúgvingar hjá útlendingum skulu skjalprógvast fyri at geva teimum arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Fyri at tryggja, at øll verða lønt rætt.


- Útlendingar mugu góðkennast, sum lógin ásetur.



Heimild til fakfeløgini

Eisini vil jeg heimila fakfeløgunum at verða eftirlitsmyndugleiki viðvíkjandi viðurskiftunum á hesum økjum, so eftirlit verður hildið við óregluligum virksemi. Sum nú er kunnu fakfeløgini onki annað enn at spyrja arbeiðsfólkið um støðuna, men hetta gevur valla rætta mynd av støðuni, tí í fleiri førum hóttir arbeiðsgevarin við uppsøgn. Taks og løgreglan hava ikki orkuna at viðgera tílík mál, og tað gongst ofta striltið at finna niðurstøður.

Tí er neyðugt, at Fakfeløgini fáa heimild til at eftirkanna støður og hava eftirlit við viðurskiftunum hjá útlendska arbeiðsmanninum ella -kvinnuni. Fakfeløgini geva so málini víðari til rætta myndugleika.


Skipað viðurskifti

Øll viðurskifti mugu skipast betri, og útlendingalógin má dagførast, ella í besta føri yvirtakast. Opinlýst er tó, at okur mugu innrætta okum soleiðis, at okur tryggja vælferð og rættindi hjá arbeiðsfólki. og tippa holuni í lóggávuni, sum eggja til at útlendsk arbeiðsmegi verður misnýtt.


Ikki jeg men okur – útlendingar eisini.


Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni Javnaðarfloksins