Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Útlendingar skulu forðast í at uppkeypa jørð og bústaðir í føroyum

2020-05-21 11:27

Í løtuni er einki yvirhøvur, sum forðar eitt nú einari stórari útlendskari fyritøku ella ríkum einstaklingi at keypa risa økir av jørð ella fyri tann skuld meginpartin av húsunum í lítlari bygd ella oyggj. Hesum má bindast fyri, halda Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sum taka undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um at forða útlendingum at keypa jørð og bústaðir í Føroyum.

Men umboðini fyri Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Framsókn eru ósamd. Tey mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, tí at tað vil vera at diskriminera okkara grannar og útlendingar sum heild, um ikki vit loyva hesum at keypa sær ognir her.

- Føroyska landøkið við 18 oyggum er sera avmarkað í stødd, bygdir og býir smá, og avleiðingarnar av útlendskum uppkeypi tí størri. Tí er neyðugt at hava greiðar reglur fyri, í hvønn mun útlendingar, uttan tilknýti til Føroyar, kunnu keypa hús og jørð í Føroyum, vísa Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi á.

Vinnunevndin hevur fingið upplýst frá ognarmeklara, at í onkrari bygd í Føroyum hava útlendingar keypt fleiri hús, og at áhugin frá útlendingum sum heild er stórur.

Onnur lond hava ásetingar um avmarkingar hjá útlendingum at keypa jørð, bústaðir ella summarbústaðir. Sum dømi kann nevnast, at Danmark hevur reglur fyri summarbústaðir. Í Álandi er sonevndi “Hembyggdsratt”, har bert fólk, ið hava bústað ella hava búð í ávíst tíðarskeið í Álandi, hava rætt at keypa jørð, bústað og fastogn.

Hetta kundu vit eisini gjørt í Føroyum.

Legg til merkis, at uppskotið leggur ikki upp til at forða fyri, at føroyingar, ið búgva uttanlands, kunnu keypa summarhús í føroyum. Ynskið er um eina lóggávu, sum kann brúkast í teirri løtu fólk, ið einki tilknýti hava til Føroyar, fáa hug at keypa inn undir seg.

Javnaðarflokkurin