Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Útlendingar kunnu selja føroysk fiskirættindi millum sín og landið fær onga krónu

2020-05-13 22:01


Uppskotið um, hvussu tað skal skattast, tá onkur selir fiskirættindi víðari við vinningi, liggur nú á logting.fo.

Avgerandi setningurin er hesin: "Verða veiðirættindini seld saman við skipi og møguligum øðrum aktivum, verður støði tikið í samlaða søluvirðinum. Frá hesum søluvirðinum verður drigið eitt mett handilsvirði á øðrum aktivum enn veiðirættindunum, ið verða avhendað. Upphæddin, ið hereftir kemur fram, er søluvirðið á veiðirættindunum, ið verða avhendað. Frá søluupphæddini verður drigið skattliga bókaða útveganarvirðið av rættindunum. Serskattur uppá 35% verður síðan roknaður, og álíknaður seljaranum."

Altso:

Eg havi keypt eitt skip við fiskiloyvi fyri 100 mió, og selji tað aftur fyri 200 mió.

Vinningurin er 100 mió. Nú skal so onkur "meta" um, hvussu nógv sjálvt fiskiloyvið er vert.

Sigur metingin, at fiskiloyvi er vert 50 mió, skal eg rinda 35% í skatti av hesum - altso 17,5 mió. - og vanligan skatt av restini.

Sambært uppskotinum stendur seljarin til endans eftir við 1/3 og landskassin við 2/3 av virðinum. Í hesum føri hevði eg altso fingið 16-17 mió í nettovinningi.

Men hvør skal meta um, hvat mítt skip / mítt fiskiloyvi er vert? Ber tað yvirhøvur til? Eg ivist.

Mann kann gott selja til útlendingar, um mann vil.

Tí kann hetta henda: Ein íslendingur selir sín ognarlut í føroyskum veiðirættindum. Hann rindar ongan skatt í Føroyum, tí í viðmerkingunum stendur hetta: "Íleggjarar búsitandi í londum, vit hava dupultskattaavtalu við, verða skattaðir í bústaðarlandinum."

Vit kunnu tí koma at standa í teirri løgnu støðu, at ein íslendingur selir føroysk veiðirættindi til ein annan íslending - uttan at landskassin fær eina krónu.

Ber tá yvirhøvur til at tosa um "føroysk veiðirættindi"?