Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Útlendingamál og integratiónspolitikkur

2015-08-24 01:28

Leingi hevur verið tosað um og lovað, at útlendingamál verða yvirtikin á føroyskt løgræði, men vit bíða enn. Framsókn fer framhaldandi eins og alt undanfarna valskeið at virka fyri, at Føroyar taka fulla ábyrgd av útlendingamálum, og at tey verða fyrisitin eftir føroyskari lóggávu. Vit fáa tá neyðuga vitan og førleikar at føra ein veruligan politikk, sum tekur støði í føroyska samfelagnum. Hetta fer at geva okkum eina betri, skjótari og virðiligari viðgerð av øllum umsóknum frá útlendingum – bæði teimum, sum koma til Føroya at loysa tíðaravmarkaðar arbeiðsuppgávur og teimum, sum koma til Føroya at seta búgv í longri tíðarskeið og møguliga vilja søkja um varandi uppihaldsloyvi. Hetta verður gagnligt fyri bæði hin einstaka og samfelagið.

Integratión og trivnaður

Góðar integratiónsskipanir við skipaðari kunning, upplýsing og ymiskum trivnaðartilboðum skulu tryggja, at Føroyar fáa gagn av virkisfúsum útlendingum, eins og teir fáa gagn av at búgva og virka her. Integratiónsgongdin skal fevna um undirvísing, so nýggju borgararnir kunnu læru mál og mentan okkara á ein viðkomandi og natúrligan hátt. Vit fara eisini at virka fyri, at føroyska samfelagið kann fáa nógv størri gagn av teimum útbúgvingum og førleikum, sum hesir borgarar hava nomið sær í einum øðrum landi, og soleiðis fáa nyttu av øllum tí tilfeingi, sum í dag ikki fær fótin fyri seg á ymsum føroyskum fakøkjum. Førleikameting og víðari førleikamenning eru avgeranadi partur av aktiva integratiónspolitikkinum. Tað er avgerandi, at eisini vinnulívið og onnur taka virknan lut í hesum arbeiði – hetta arbeiði er ein íløga, sum gagnar øllum pørtum.

 Vel ein virðiligan og framfýsnan útlendingapolitikk!

Hanna Jensen

Framsókn