Útbúgvingar og fólkavøkstur

2013-05-03 03:45

Komið er hartil, at vit eru noydd til at síggja í eyguni, at vit eiga at leggja størri dent á útbúgvingar, sum hava við okkara høvuðsvinnur at gera. Tað verið seg fiski- og alivinna og vit eiga heldur ikki at gloyma frálandavinnuna.

 

Alt gott um søgufrøðingar, stjórnmálafrøðingar, juristar osv. Tað hava vit brúk fyri, men tað er avmarkað hvussu nógvir av hesum hava møguleika fyri arbeiði í Føroyum.

 

Vit eiga nógv gott fólk, sum eru eftirspurd og avhildin úti í heimi. Hesi eiga at fáa avbjóðingar og spenning her heima, í tí sum vit eru góð til og sum vit liva av. Tað er altavgerandi, at hesi tíma og vilja verða í Føroyum. Tað er altavgerandi, at hesi síggja Føroyar sum eitt so mikið spennandi og avbjóðingarríkt land, at tey velja Føroyar fram um onnur lond.

 

Høvuðsvinnur okkara eru sum áður nevnt sjó- og alivinna og offshore. Her eru nógvir ótroyttir útbúgvingarmøguleikar og útbúgvingar við tilknýti til hesar vinnur. Á tekniska skúla í Klaksvík er t.d. nýggj matvøruútbúgving byrjað og tað er rætta leiðin at ganga og vit kundu t d ment eina matvøruvinnu og gransking í hesum. Hetta bara fyri at nevna eitt dømi.

 

Okkum tørvar útbúgvingar , sum kunnu vera við til at framleiða nakað og sum skapa virðir til samfelagið og sum kunnu vera við til at føra okkum fram millum tey bestu á økinum.

 

Gransking

Føroyar eiga at gerast besta og mest eftirspurda landi at granska í innan fiski- og alivinnu. Føroyar skulu hava 1. raðfesting, tí her skal vera spennandi og gott at virka og ikki einans tí familjan er her. Trekkplástrið skal vera meir enn familjunetverkið.

 

Viðurskiftini her eru smá og alt annað líka skuldi tað verið lætt at havt eitt gott yvirlit yvir alt . Her er nóg mikið av hølum, frástøðurnar stuttar og tað átti at verið lætt og ómakaleyst at komið í samband við samstarvspartnarar, tað verið seg bátar, skip og virkir av ymsum slag.Føroyingar eru kendir fyri at vera fleksiblir og hevði tað verið við til at fingið alt at gingið lættari.

 

Vit eiga at kunna bjóðað fram eitt breitt útboð av útbúgvingum, men vit eiga at leggja enn størri dent á at útbúgva okkara fólk innanfyri tað, sum vit liva av og sum vit frammanundan eru góð til.

 

Til seinast skal sigast, at umframt fiskivunnuna eiga vit eisini halda áfram at menna og útbúgva fólk innan kt, elektronik, verkfrøåi, ferðavinnu v.m., so vit kunn skapa enn fleiri virðir og skapa enn fleiri arbeiðspláss í Føroyum.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur